Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambandsflokkurin: Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a), viðvíkjandi kravið um loyvi at fiska hummara til húsbrúk.

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

- Hvat er grundgevingin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum fyri kravinum um, at føroyingar nú skulu hava loyvi til at fiska hummara til  húsbrúk, og er hetta brot á siðvenju-rættin, at føroyingar sleppa at fiska til húsbrúk?

- Hvat vísa veiðihagtølini um ávikavist vinnuliga veiðu og veiðu til húsbrúk seinastu 10 árini?

- Kann landsstýrismaðurin tryggja, at hetta ikki fer at breiða seg til aðra fisking, sum er til húsbrúk?

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, at í Føroyum hevur tað verið siðvenja, at hvør maður hevur rætt at fiska til húsbrúk. Hetta merkir meira ítøkiligt, at tað ikki skal havast eitt fiski- ella veiðiloyvi, um fiskaða nøgdin er til húsbrúk. Við kunngerð nr. 212 tann 22. desember 2020 krevst nú loyvi til at veiða hummara, hóast tað einans skal fiskast til húsbrúk. Tað tykist sum um, at hetta er ein uppgerð við siðvenjuna um fisking til húsbrúk, sum hevur verið galdandi í Føroyum.

Grundgevingin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum var, at óskipaður fiskiskapur eftir hummara ikki tænir hummarastovninum og er til ampa fyri vinnuna. Helst eigur óskipaður fiskiskapur, ið er til ampa fyri vinnuna ikki at viga tyngri enn siðvenjan um fisking til húsbrúk.

Um fiskingin til húsbrúk er ov stór til, at hummarastovnurin kann bera seg, kundi tað verið skilabetri fyrst at ásett ítøkiliga, hvat hummaraveiða til húsbrúk er, hetta helst í nøgd/ kg. Tað kundi møguliga verið eitt alternativ, heldur enn at avtaka ein siðvenju-rætt hjá føroyingum at fiska til húsbrúk. Tí ein slík kunngerð kann skapa fordømi fyri framtíðar avtøku av loyvinum hjá føroyingum at fiska annan fisk til húsbrúk.

Um brot er á ásetta veiðimarkið, so kundi ein møgulig loysn verið herd krøv um eftirlit hjá myndugleikunum, ið eru teir, ið hava ábyrgdina av at viðgera brot á kunngerðina heldur enn at tikið rættindini frá vanligum føroyingum.

At enda sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at  henda siðvenja um fisking til húsbrúk, hevur stóran týdning fyri øll tey, sum í nógv ár hava havt henda møguleika og tí verður hesin fyrispurningur settur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo