Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Jóhan Eli Poulsen, løgtingsmaður, hevur sett Helga Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, fyrispurning um skipasmiðjustuðul.

Spurningar:

1. Hava landsstýrismaðurin og landsstýrið í hyggju at økja skipasmiðju stuðulin soleiðis, at føroyskar skipasmiðjur kunnu verða kappingarførar við aðrar skipasmiðjur í útlondum?

2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera eina heildarætlan fyri, hvussu vit styrkja um Føroyar sum ein kraftdepil innan umvælingar, nýgerð og veitingar til skipavinnuna? Tað veri seg bæði fiski- og flutnings vinnuna.

Viðmerkingar:
Føroyski fiskiskipaflotin er gamal og niðurslitin. Aldurin á fiskiskipaflotanum er alt ov høgur.

Hetta hevur við sær, at bæði umstøðurnar hjá manningini og raksturin hjá reiðaríunum er munandi verri, enn gott er.

Vit síggja, at bjartskygni er afturkomið í fiskivinnuna.

Fleiri reiðarar hava í hyggju at byggja skip, men hesir reiðarar hava ein stóran trupulleika, og tað er byggikostnaðurin.

Grønlendingar hava endurnýggjað ein stóran part av teirra fiskiflota við Tax-lease skipanini, ið ger tað munandi bíligari at byggja skip.

Hendan skipanin er ikki loyvd í Føroyum í løtuni.

Skulu skipasmiðjurnar her á landi hava nakran møguleika at kappast við slíkar skipanir, má skipasmiðjustuðulin hækka munandi.

Hettar hevði ført við sær, at vit kundu sæð fleiri nýbygningar bygdar í Føroyum og føroyska vitanin innan skipasmíð hevði verið økt munandi, øllum at frama.

Nógv verður tosað um grøna orku fyri tíðina og vita vit, at fiskiflotin stendur fyri umleið helminginum av útlátinum.

Eldri skip dálka munandi meira enn nýggj skip, tí kann hettar eisini vera ein íløga á teirri síðuni.

Eisini vita vit, at tá ið siglingarleiðin í Arktis er tikin í fulla nýtslu, liggja vit mitt á leiðini.

Tí kunnu vit verða ein týðandi viðleikari, tá talan er um at veita tænastur og veitingar.

Hetta kann helst lættliga gerast ein týðandi inntøkukelda hjá okkum sum landi í framtíðini.

Vit hava sera dugnaligar veitarar innan allar geirar av veitingum og tænastum til skip og skipaferðslu í Føroyum.

Styrkja vit við hesum enn meira um vitanina/royndina hjá hesum veitarum, er vinningurin stórur fyri okkum sum land.

Á Løgtingi, 15. apríl 2021
Jóhan Eli Poulsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo