Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Leygardagin 16. desember kl. 16 verður stóra tiltakið “Jól við Vatnið”, niðri á flúgvarabedingini.

Tað eru næmingar í 6. flokki í Sørvágs Skúla, sum saman við foreldrum, lærarum og Sørvágs Kommunu skipa fyri hesum tiltaki.

Tiltakið byrjar sum nevnt kl. 16, tá jólabátarnir loysa frá Bøsdalsfossi. Meðan bátarnir við faklum og blussum sigla frá Bøsdalsfossi til flúgvarabedingina, fara ymiskar tónleika- og sangkreftir at framføra á pallinum. Tá jólamenninir eru komnir í land, bjóðar borgarstjórin í Sørvági, Aimé Jacobsen jólamonnunum at vera vælkomnar. Síðani sigur høvuðsjólamaðurin nøkur orð, og so fara jólamenninir at deila pakkar út til øll børnini, sum eru møtt upp.

Meðan tiltakið er, er livandi tónleikur, og til ber at fáa kaffi, te og vafflir - og er hetta ókeypis.

Tilber eisini at keypa gløgg og kakao, og fer hesin peningur til eitt vælgerandi endamál.

6. flokkur í Sørvágs Skúla, er ein sera virkin flokkur. Tey hava síðani tey fóru í 2. flokk framført tónleik runt alt føroyaland, og hava tey júst útgivið eina fløgu, við 6. sangum. Til tiltakið niðri á flúgvarabedingini, fara tey eisini at syngja tveir sangir, og til ber at ogna sær teirra fløgu.

Tiltakið er mett til at varða 1 tíma og 30 min, og fyrireikarnir heita á fólk um at vera vælílatin, og vísa hvørjum øðrum ans. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo