Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Á regluliga aðalfundinum hjá Sørvágs Arbeiðarafelag í des. í fjør, var samtykt at limir felagsins skuldu fáa eina eskju av frystuvøru frá Norðfra í jólagávu. 3,5 kilo av fiskafrikadellum til ein innkeypsprís á kr. 230,-.

Tað eru nú 7 mánaðir síðan, men Norðfra bíðar framvegis eftir pengunum úr Sørvági, kr. 9.000,-. Hvat er hettar fyri nakað? Ein rokning frá hálvum dec. í fjør. Og nú hálvan juli er hon enn ikki goldin? Regin Davidsen, form. felagsins, sigur at hann hevur verið fleiri ferðir hjá bókhaldaranum við rokningini. Og pengum eru tað nokk av í so máta. Men so hendir ikki meira.

Onkur sigur nú, at tað eru tey bæðið úr gomlu nevndini, Amy Jacobsen og vápnadragari hennara, Elias Davidsen sum hava sett føtir í spenni, at rokningin fyri jólagávurnar til felagslimirnar ikki skal gjaldast.

Amy Jacobsen og Elias Davidsen vóru ávv. form. og kassameistari í gomlu nevndini.

Jólagávur til sín sjálvan
Men nú er tað komið fram, at hesi bæði hava játtað sær sjálvum eina jólagávu uppá kr. 1.500,-. Fimtanhundrað krónur til hvønn nevndarlimin í jólagávu. Ikki nokk við tí. Tí hesa jólagávuna hava tey fingið í nógv ár. Men hví missunna tey felagslimunum eina jólagávu uppá kr. 230,- ? Hettar er jú úr teirra egna felagskassa. Felagskassan sum limirnir sjálvir hava goldið inn í.

Nevndin í Sørvágs Arbeiðarafelag fær sum er, eina mánaðarliga samsýning fyri at sita í nevnd. Men fyrrv. forkvinnan og vápnadragari hennara halda at tey gera so stórt arbeiði, at tey skulu hava eina eykað premiu. Rættuliga frammi í skógnum, má man bara siga.

Ían, gerða tey ikki eitt stórt arbeiðið?

Nei, tað gera tey slettis ikki.

Og tað hava tey ongantíð gjørt.

Fyrrv. forkvinnan hevur ongantíð tíma at savna so frætt av limum til ein aðalfund so fundurin kundi verði viðtøkuførur. Og so hevur hon grátið yvir at ongin møtir. Men tað hava verið krokudillutár. Tí hettar var allatíðina meiningin. Tí so kundi hon sita har sum ein drotning við ongum eftirlitið, og gera sum hon sjálv vildi. Har kundi ongin siga nakað, tí har var ongin at siga nakað.

Men hava tey virkuliga onki gjørt seinastu 10 árini? Nei, Onki!

Mailadressan hjá Sørvágs Arbeiðarafelag var inntil fyrraárið skrivað við ”ð”. Hvussu býttur kann man verða? Ein mailadressa við ”Д. Og nevndin visti tað ikki. Vit vita so at, har neyðugtvís hevur verið null trafikkur øll árini.

Telefonnummarið hjá felagnum var óvirkið. So har hevur eisini verið null trafikkur. ”Null”.

Og so høvdu tey ein kollega, sum hevði ligið í grøvini í 3 ár. Ella so spældi hann hørpu uppi í himlinum. Men hann stóð sum aktivur kassameistari hjá Sørvágs Arbeiðarafelag á heimasíðuni. Við fullari adressu. Og við telefon. Onkur royndi at ringja til hansara. Men tað var sum við telefonini hjá Sørvágs Arbeiðarafelag. Óvirkin. Spurdur á aðalfundinum í okt. fyrraárið svaraði vápnadragarin Elias Davidsen, at hann ongantíð hevði verið inni á heimasíðuni, so tað kundi hann ikki vita nakað um. Jaja, sami aktiviteturin sum gongur aftur og aftur.

Men okkurt má nevndin hava gjørt. Jú, forkvinnan hevur, hóast krokudillutárini, klóra seg fram til ein stjórnarsess í Føroya Arbeiðarafelag (FA). So hon hevur ikki verið heilt so smæðin. Vit vita ikki hvat ein nevndarsessur í FA gevur. Men vit vita at formaðurin í FA, Georg Hansen samanlagt liggur á tí betru síðuni av eini millión. Ikki so smæðið heldur. Fyri onki at gera. Jú, nakað ger hann. Hann fer inn á kontoina hjá sínum limum og hevar einsíðugt upptil kr. 34.000,- árliga frá sínum niðurboygdu arbeiðarafamiljum. Men hann er jú ein ordiligur pampari. Ein superpampari. So Amy sum stjórnarlimur fær helst nakað sum fær flestu av hennara felagslimum at misunna henni. Eitt boð kundi verið eina hálva ársløn. Hendan ósmædna kvinnan situr ikki í stjórnini í FA uttan at takað sær væl betalta. So mikið kenna vit hana.

Men vápnadragari hennara, hvat við honum? Hann má hava eitthvørt motiv til at klóra seg fastan í nevndarsessin í lokalfelagnum. Tað mátti verið annað og meira enn bara at fylgja drotning síni heilt til hennara seinasta hvíldarstað. Men hettar veit so bara hann. Og so drotning hansara.

Vit vita at, Elias kom inn sum eykaðmaður, tá fyrrv. kassameistarin tá hesin fór upp til Várharra. Men síðan tá hevur tað ikki verið ein viðtøkuførur ella lógligur aðalfundur har hann er afturvaldur.

Norðfra
Norðfra er ein lítil fyritøka í Eysturoynni, sum hevur lagt seg at at góðska fiskavørur, m.a. til Italia. Og við flid og sparsemi fingið tað at hanga saman. Tað er ikki gott fyri eina lítla fyritøku at ikki fáa pengar fyri sínar vørur. Eitt annað er at Sørvágs Arbeiðarafelag kastar ein skugga yvir okkara lítlu bygd, tí navnið á felagnum er bundið til bygdarnavnið. Og hava Eysturingar uppiborið hettar?

Fyri eini mannsøld síðan kom ein Eysturingur til Vágarnar og stovnaði eitt snikkaravirkið, Vatnsoyra Snikkaravirkið. Tað virkið koyrir enn í dag, rætt nokk við øðrum navnið.

Ein annar eysturingur kom seinni vestur í Vágarnar at dríva aling. Eisini tað koyrir uppá sítt besta. Kanska burdu vit fingið fleiri av hesum eysturoyarslagnum higar.

Sjálvi hava vit tíverri ikki ov nógv av virkisfýsni og áræðið at vísa á. Onkur plimmsollari í Sandavági vitnar um eina farna stórheitstíð. Jú, so vit hava Tummas, ein ordiligan brand. Men so er næstan alt sagt.

Men skuldi tað ikki borið til at gleðast um at tað gongur øðrum væl? Er tað virðisligt at ikki gjalda eini lítlari fyritøku fyri tað tey eiga á? At undandraga seg frá skyldum sínum? Summi halda at tað er heilt OK.

Skjalafalsan
Hvat er tað sum liggur undir hesi illstøðu? Tað er nakað sum bendir á, at gamla nevndin hevur framt skjalafalsan. At gamla nevndin hevur broytt aðalfundarsamtyktina frá 15. dec í fjør, til nakað annað enn tað sum hon var. At tey hava antin útilátið, ella fingið hesa samtykt strikaða úr fundarbókini. Tað var væl av fólkið á fundinum í dec. í fjør, sum kundu vátta hesa samtyktina. Og vit skulu nokk fáa hettar avklárað. Annað er hvørja søgu bókhaldarin hevur? Bókhaldarin er kendur sum ein álitsmaður. Hann hevur prokura, til at gera bankaflytingar. Men hví hevur hann so ikki goldið fyri jólagávurnar frá Norðfra til felagslimirnar? Er tað soleiðis at nevndin hevur framt skjalafalsan, so tosa vit um eitt álvarsmál!

Heimildarloysið
Og so eru tað jólagávurnar, sum gamla nevndin hevur játtað sær sjálvum.

Er tað bókhaldarin, sum hevur framt hesar bankaflytingar, so vilja vit gjarna vita hvør heimild hann hevur sum grund fyri hesum. Tað er onki í lóg SA sum heimilar nevnd felagsins at geva sær sjálvum gávur. Hvørki til jólagávur ella aðrar gávur. Allar serstakar samsýningar skulu góðkennast á regluliga aðalfundinum í dec. mánaða. Ella so skal ein eykaðaðalfundur innkallast. Ein fundur við hesum sum serstakari skrá, til at viðgerða eitt slíkt mál. Sum skilst hevur gamla nevndin við Amy Jacobsen sum forkv. felagsins ígjøgnum fleiri ár játtað sær sjálvum jólagávur.

Og hettar mega vit fáa avklára.

Tað sum er tikið úr felagskassanum í heimildaloysi, skal gjaldast innaftur í felagskassan. Eru tað jólagávur givnar í heimildarloysi, so skulu gávurnar returnerast har tær hoyra heima. Eisini um tað gongur fleiri ár aftur í tíðina.

Og kann bókhaldarin ikki útgreiða hettar álvarsmál, so kann hann fáa hjálp. Og tann hjálpin kann so bara koma frá Føroya Landfúta, sum letur politinum hesa søk uppí hendi til at útgreiða.

Sørvágur 24. juli 2022
Rúni Nolsøe
fund.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo