Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Inflatión og trongar (fløskuhálsar) kunnu gera, at ymsar vørur sannlíkt verða munandi dýrari enn tær plaga at vera hesi upp til jólini. Og tað kann gera jólini dýrari í ár enn vanligt, skrivar ritzau.

Ein kanning, gjørd í Danmark, vísir, at fólk flest ætla sær ikki at brúka meira pening enn tey plaga um jólini. Men tey umhugsa at fáa jólagávurnar avgreiddar sum skjótast.

Ein góð mynd uppá støðuna er, at tað í dag kostar upp til 10 ferðir meira at fáa eina vanliga 40 fóts bingju heim. So har sum ein stórur partur av vørunum, sum verða seldar, eru innfluttar, sæst hetta aftur í prísunum.

Hartil kemur mangul uppá ymsar lutir sum verða brúktir serliga í elektroniskum vørum, og sum tí sannlíkt fer at gera hesar dýrari enn vanligt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo