Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Barnabati: Nú ber til hjá barnafamiljum at søkja um Jólahjálp frá Í Menniskjum Góður Tokki. 

Sjeynda árið á rað kunnu fíggjarligar sperdar barnafamiljur søkja um  Jólahjálp frá Í menniskjum Góður Tokki.  Hóast tað nú er Barnabati, ið varar av átakinum, er leisturin tann sami, sum undanfarin ár.

Umsóknarblaðið til jólahjálp er at finna á heimasíðuni hjá Barnabata. www.barnabati.fo.  Har er ein vegleiðing til sjálva umsóknina. Eisini er tey til reiðar at svara spurningum umvegis telefon. 

Vit eru enn ikki komin á mál við innsavningini. Tí vóna vit at  føroyingar aftur í ár standa saman um at veita eina hjálpandi hond, nú tað stundar til jóla. 

Nógvar av teimum familjum, sum vit hjálpa, siga frá, at tað ikki bert eru gávukortini, sum koma væl við á jólum.

Tað, sum skapar eins stóra gleði, er at kenna góða hjartalagið hjá teimum, sum á ymiskan hátt geva og stuðla, og at vita, at tað eru onnur, sum geva sær far um truplu støðuna, tey eru í, og tí rætta teimum eina hjálpandi hond. 

Familjurnar kenna seg mangan ógvuliga einsamallar í sínum gerandisdegi og serstakliga um høgtíðirnar.

At fáa eina gávu á jólum er fyri familjurnar eitt tekin um, at onkur veit av, at tær eru til og viðurkennir truplu støðuna, tær eru í.

Um vit fáa fleiri umsóknir, ið lúka fortreytirnar fyri at fáa jólahjálp, enn vit hava pening til, verður jólahjálpin latin teimum familjum, ið hava størstan tørv. 

Seinasta freist at søkja um jólahjálp er leygardagin 3. desember 2016 á middegi. 

Allir umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi 21. desember 2016.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo