Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tað verður millum klokkan 14 og 16.30, at Viðarlundin osar av hugna, luktar av kakao, mandarinum, sunkist og øðrum, umframt at jóladekoratiónir og annað at pynta við fæst, so eingin ivast í, at jólini av álvara eru í nánd.

Sum vant, er Viðarlundin og áin pyntað við ljósketum og øðrum, umframt at Havnar Hornorkestur kemur at spæla góðar jólatónar. Eisini koma jólamenninir at vitja, so her er nakað til bæði stór og smá.

Hjá mongum er Lions-hugnin sunnudagin júst tann løtan, tá skjøtil verður settur á sjálvan jólahugnan, og aftur hesaferð verður roynt at skapa bestu karmarnar, so øll familjan kann fáa eina góða løtu, nú adventin byrjar.

Pengar til gott endamál
Sum øll onnur tiltøk, Lions Club Tórshavn skipar fyri, er endamálið eisini hesaferð at savna inn pengar til eitt vælgerandi ella samfelagsgagnligt endamál.

Hesaferð er avgerð tikin um at veita stuðul til teir føroyingar, ið hava sjúkuna Cystisk Fibrosa. Hetta er ein arvalig sjúka, ið serliga ger um seg í lungunum, men annars mennist ymiskt frá einum sjúklingi til annan.

Einki felag er í Føroyum fyri hesar sjúklingar, og tí fer stuðulin til danska felagið, sum eitur Landsforeningen til Bekæmplese af Cystisk Fibrose, har føroyingar eru limir og eisini fáa hjálp og stuðul.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo