Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sunnukvøldið 4. desember 2016, klokkan 19.30, verður árliga jólakonsertin hjá Tórshavnar Manskóri í Vesturkirkjuni. Kórleiðarar eru Bjarni Restorff og Kári Bæk.

Tað er fastur siður hjá manskórinum at halda konsertina saman við einum øðrum kóri, og árið í ár er einki undantak í so máta. Hesaferð verður jólakonsertin hildin saman við Tarira, ið Johannes Andreasen stjórnar.

Tarira varð stovnað av eldhugaðum einstaklingum í 2002, og hevur tí 14 ár á baki. Skráin hjá kórinum er fjølbroytt, við denti á renesansu- og nýskrivaðan tónleik, og kórið hevur bílagt verk frá bæði føroyskum og norðurlendskum tónaskøldum. Í tí sambandi hevur kórið staðið fyri fleiri forvitnisligum frumframførslum. Eins og Tórshavnar Manskór hevur Tarira eisini fleiri fløguútgávur at vísa á.

Tórshavnar Manskór hevur í ár 30 ár á baki. Kórið varð stovnað í 1986 av Bjarna Restorff, sum framvegis er kórleiðari, og Kára av Reyni. Kórið hevur nógvar framførslur hvørt ár. Millum annað hevur kórið hvørt ár vanliga eina várkonsert umframt árligu jólakonsertina, umframt nógvar aðrar framførslur til bæði størri og minni tiltøk. Eisini er kórið við jøvnum millumbilum uttanlands. Í ár var kórið við til stóra 100 ára føðingardagshaldið hjá íslendska manskórinum Fostbræður, har 23 manskór úr seks ymiskum londum luttóku. Í samband við ferðina til Íslands í mai mánaði, hevði Tórshavnar Manskór vitjan av sveisiska manskórinum Männerstimmen Basel, sum eisini var við í kórfestivalinum í Hørpu í Reykjavík.

Nú tað stundar til jóla, er tað árliga jólakonsertin, sum stendur á skránni. Skráin til konsertina er sum vanligt fjølbroytt, og fer kórið at syngja bæði føroyska og útlendskar sangir. Og sjálvandi eisini jólasangir.

Í tíðindaskrivi sigur Tórshavnar Manskór, at tey vóna at fólk møta fjølment.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo