Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Siðvanda Jólakonsertin, har Gøtu Kirkju Ungdómskór syngur jólini inn, verður komandi leygarkvøld 22.desember kl. 19.30. Hetta er samstundis einasta jólakonsertin í ár, har kórið syngur alla sína jólaskrá, sum er bæði fjølbroytt og áhugaverd.

At syngja jólini inn saman við Gøtu kirkju ungdómskórið, plagar at vera eitt serliga gott upplivilsi.

Skráin hjá kórinum hesaferð er í ein ávísan mun siðbundin, men fer eisini at fevna um nýggjari jólaløg. Av skránni verður alt frá siðbundnum jólaløgum í eldri og nýggjari formi, til Pentatonix og víðari til Samiskan jólajoik framførd. So verð vælkomin til at seta dám á løtuna saman við kórinum.

Áhoyrararnir fáa sjálvandi eisini høvi til at luttaka aktivt gjøgnum felagssang, og eftir konsertina eru øll boðin til ein drekkamunn í kirkjukjallaranum.

Kórið verður stjórnað av Símun Hammer, organisti í Gøtu kirkju. Umframt at framføra acapella, hevur kórið hevur eisini tónleikarar á trompet, klaver og orgul við til fleiri av sangunum/verkunum.

Konsertin er ókeypis, men høvið verður at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo