Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Næstu vikurnar fara Kim Hansen, Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir at hava fimm jólakonsertir kring landið. »Ársins jólakonsert« kalla tey konsertirnar, sum verða í Klaksvík, Havn, Vestmanna og Runavík.

Forsølan til konsertirnar gongur væl, og nú er konsertin í Løkshøll í Runavík 18. desember útseld. Fá atgongumerki eru eftir til konsertina á Spinnarínum í Klaksvík nú leygarkvøldið og til konsertina í Silo í Havn tann 12. desember. Konsertir verða eisini í Havn 5/12 og í Vestmanna 13/12, og har gongur sølan eisini væl.

Kim Hansen, Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir bjóða inn til hugnaligar og nærverandi jólakonsertir, har tey fara at spæla kendar føroyskar og útlendskar sangir. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo