Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Sankta Nikolas skuldi vera serliga góður við børn.

Thomas Nast teknar jólamannin fyrstuferð sum vit kenna hann í dag.

Jólamaðurin í Coca Cola reklamu.

Sankta Nikolas skuldi vera serliga góður við børn.

Thomas Nast teknar jólamannin fyrstuferð sum vit kenna hann í dag.

Jólamaðurin í Coca Cola reklamu.

Matematiskt er tað púra ógjørligt, tað vita vit. Men jólamaðurin, og søgurnar sum fylgja við honum, eru ein fastur partur av jólunum hjá mongum.

Ikki bara skal hann smoyggja sær niður ígjøgnum ótaldar skorsteinar, uttan at blíva skitin. Hann skal flúgva so skjótt við sletuni, at hann klárar at koma runt til øll. Uppá ein dag.

Um vit siga, at einar tvær milliardir fólk undir 18 ár (sum eru størsti málbólkurin) liva foldum á. Og um vit so taka øll tey frá, sum ikki halda jól. Og um vit síðani rokna við 3,5 børnum í miðal í hvørjum húski. So skal jólamaðurin vitja 108 millónir húski jólaaftan, hann skal ferðast við yvir 1.000 kilometra ferð um sekundið og skal brúka 189.000 reinsdjór til at hála tey 378.000 tonsini av gávum. Og hann skal vitja gott og væl 967 húski. Hvørt sekund.

Meira um alt hetta á juleweb.dk.

Søgnin um jólamannin kemur upprunaliga frá halgimenninum sankta Nikolas, sum livdi í Grikkalandi, og har hann skal vera deyður 6. desember 343. Hann skal hava verið óvanliga góður av sær, og serliga børnunum tók hann sær av.

Jólamannin, sum vit í dag kenna hann, mundi Thomas Nast tekna, og tað var longu í 1881. Síðani er hann av mongum broyttur, ikki mist av Coca Cola, sum brúkti hann í lýsingarherferðum.

Tá alt hetta er sagt er helst rætt at leggja afturat, at jólini um okkara leiðir og í norðurlondum hava verið hildin langt áðrenn kristna týdningin og jólamannin - jólini vóru hátíðin, tá tað aftur fór at ganga ímóti ljósari tíðum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo