Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Farmaskipið Suðurland. Longd 88,48 metur, breidd 13,83 metur, tonsatal 2490,0 dwt, smíðað ár 1972

Farmaskipið Suðurland. Longd 88,48 metur, breidd 13,83 metur, tonsatal 2490,0 dwt, smíðað ár 1972

Farmaskipið Suðurland. Longd 88,48 metur, breidd 13,83 metur, tonsatal 2490,0 dwt, smíðað ár 1972

Skrivað hevur John Kjærbo eystan Á: Jólanátt í 1986 sakk íslendska farmaskipið Suðurland á veg frá Reyðafjørðinum til Murmansk í Russlandi – við vóru 11 mans, 6 av teimum bóru ikki boð í bý. Seinni er komið fram, at tveir kavbátar vóru á vanlukkustaðnum, tá skipið sakk.

Um morgunin 23. desember var Suðurland farið av Reyðafjørðinum við einari last av saltsild í tunnum, sum skuldi skipast upp í Murmansk. Skipari var 62 ára gamli Sigurdur Sigurjonsson, ein royndur sjómaður.

Kokkurin Hafstein Bødvarsson var í ferð við at gera jólaaftans-døgurðan kláran. Veðrið var onki serligt, og hann lovaði storm út á náttina. Klokkan 17.30 vóru 8 av teimum ellivu samlaðir runt borðið í messuni; skiparin deildi út jólapakkar, lagið var gott. Knappliga sprakk lønningsportrið upp í stýriborð við einum braki.

Ferðin varð tikin av skipinum. Bátsmaðurin og ein av dekkarunum fóru út á dekkið til at fáa tað í rættlag aftur. Siglt varð nú víðari við somu ferð sum áður. Klokkan 18.30 fór yvirstýrimaðurin Jón Snæbjørnsson frá borðinum, hann skuldi avloysa 1. stýrimann Sigurd Thorgeirsson. Saman við honum skuldi matrósurin Julius vera á vakt teir næstu 6 tímarnar.

Í offisersmessuni sótu maskinisturin Halldor og skiparin og prátaðu. Knappliga merkti teir báðir, at skipið fekk ein sjógv inn aftan tvørs um stýriborð. Tað merktist, sum um at tað var undir vatnlinjuni og tað sýntist sera undarligt, tí at tað hevði ikki verð nakað serliga stórsjógvað áðrenn.

Skiparin mælti fyri munni, at her var nakað heilt galið, og fór beina leið upp í stýrhúsið. Sjálvur fór Halldor niður í maskinrúmið, har  maskinstjórin Hlødver Einarsson longu var í ferð við at rætta skipið upp við at pumpa sjógv í stýriborðstangarnar.

Uppi í stýrhúsinum, vóru Jón og matrósurin Julius. Yvirstýrimaðurin Jón hevði tikið ferðina av skipinum og royndi at rætta tað upp aftur. Skiparin Sigurdur tók nú yvir leiðsluna og gav boð um, at allir menn skuldu møta í stýrhúsinum. Suðurland legði seg nú meira og meira á bakborðssíðu. Ljósini á fordekkinum blivu nú tendraði, og tá kundu teir síggja, at sjógvur stóð heilt upp til lastalúkurnar í bakborðssíðu. Tað var, sum um skipið fleyt tungt við gronini niður í sjógvin. Ì maskinrúminum royndi maskinstjórin Hlødver og Halldor maskinisturin at pumpa sjógv í stýriborðsbarlasttangarnar, men skipið vildi ikki rætta seg upp aftur.

Maskinstjórin tók tá avgerð um at fara úr maskinrúminum, tí har var onki meir at gera. Tá teir vórðu komnir upp í stýrhúsið, varð manntal hildið, og vísti tað seg tá, at allir ellivu menn vóru samlaðir í stýrhúsinum.

Fyrsti stýrimaður Sigurdur og matrósurin Kristinn fóru aftur á bátadekkið eftir bjargingarvestum til allar ellivu av manningini. Ongin av teimum var serliga væl ílatin, og ikki var møguligt at koma til har bjargingardraktirnar vóru goymdar. Tað lukkaðist Kristinn dekkara at koma niður í eitt kamar og finna nakað av heitum klæðum.

Støðan var nú sera hættislig. Veðrið var nú øtlað so mikið nógv, og vindurin var vaksin upp í vindstyrki  9–10.

Tá tað nú vísti seg, at tað ikki var møguligt at fáa skipið aftur á rættkjøl, og at róðurkraft var ongin, tók skiparin avgerð um at senda út neyðarkall. Jón yvirstýrmaður trýsti á neyðsendaraknappin, og fyrst at svara var Nes Radio í Neskaupstaði. Vakthavandi á Nes Radio trúði næstan ikki sínum egnu oyrum.

Suðurland sendi út neyðarkall jólanátt! Tíbetur var radiosamskiftið gott. Jón stýrimaður greiddi nú Nes Radio frá, hvar teir vóru staddir, og at teir høvdu eina slagsíðu uppá 30 stig, og støðan var hættislig.

Samstundis sum manningin var í ferð við at lata seg í bjargingarvestarnar, bleiv bakborðshurð í stýrhúsinum sprongd inn av einum sjógvi. Yvirstýrimaðurin Jón setti seg aftur í samband við Nes Radio og segði, at nú fóru teir av skipinum. Vísarin, sum vísir slagsíðu á skipinum, var í botni – slagsíðan var nú meira enn 45 stig.

Menninir fóru nú út ígjøgnum hurðina í stýriborðsbrúgvavongi og aftur á bátadekkið. Nú sóu teir, at bakborðsbjargingarbáturin var burtur. Nú varð so roynt at seta stýri-borðsbjargingarbátin út. Av tí at slagsíðan á bakborð var so nógv, var tað ringt at fáa stýriborðsbátin, sum var ein gummibátur, út, men við tógvi stríð eydnaðist at enda at fáa bátin leysan av skipinum.

Fyri síðstu ferð fór Jón stýrimaður inn aftur í sítt kamar. Hann hugsaði at taka tann flotta franska knívin, sum lá í kamarinum við sær, men tonkti so við sær sjálvum, “Hvat skal eg við einum flottum fronskum knívi, tá tað stendur um lív?”. Hendan avgerðin – vísti tað seg seinni – var ikki rætt. Har stóðu nú teir ellivu sjómenninir og hugdu niður í ísakalda Atlantshavið. Knappliga legði skipið seg yvir gummibátin, sum teir høvdu sett út, so ta einu løtuna sá svart út, og at seta tann vanliga bjargingarbátin út var  ikki hugsingur um, men knappliga kom gummibáturin undan aftur skipinum og legði seg tætt undir reyvina á Suðurlandi. Jón stýrimaður royndi nú at telja manningina av nýggjum, og vísti tað seg, at allir ellivu stóðu við lúnningina, so ongin var dottin fyri borð. Nú hendi alt skjótt. Skipið var í ferð við at fara runt, so at botnurin vendi upp.

Kristinn var saman við hinum tikin av einum sjógvi og var endaður á sjónum. Hann royndi nú at svimja yvir í móti gummibátinum. Hann hevði samband við skiparan og kokkin, sum svumu aftanfyri hann, men tað gekk ikki long tíð, so misti hann sambandið við teir báðar. Halldor svam eisini í rætning av gummibátinum, tá hann kom fram á fyrsta stýrimann Sigurd.

Sigurdur bað Halldor ikki hugsa um seg, men royna at koma sær í gummibátin. Anton var tann størsti og kraftigasti av allari manningini. Hann var fyrstur at koma til gummibátin. Hann slapp ikki uppí hann. Nú kom so Jón til og fekk hálað seg upp í bátin, og tað eydnaðist Jón at hjálpa Anton upp. Tá fingu teir eyga á bátsmann Svan. Tað sást, at Svanur hevði tað ikki gott. Teir báðir gjørdu skjótt av og tóku bátsmannin innanborða. Nú kom ein fyri og annar eftir upp í bátin, antin við egnari hjálp ella hjálp frá teimum, sum vóru í bátinum. Allir vóru teir sera illa fyri, bara í skjúrtu og buksum og summir berføttir.

Jón hugdi seg nú um eftir teimum trimum, sum hann og hinir høvdu havt samband við, eftir at skipið var koppað. Tað var skiparin, kokkurin og stýrimaðurin. Rópt varð á teir, men ongin svaraði. Mennirnir vóru vekk.
Tað vóru nú komnir átta menn umborð á gummibátin. Smyrjarin Anton, maskinmaðurin Halldor, maskinmeistarin Hlødver, yvirstýrimaðurin Jón dekkararnir Kristinn, Sigurdur og Julius og bátsmaðurin Svanur.

Síðstnevndi var longu deyður. Hann hevði ikki klárað at ligið í tí kalda sjónum. Tað vóru nú sjey menn á lívi umborð á gummibátinum sjálvan jólaaftan, staddir í ein landnyrðing úr Íslandi. Veðrið var sera vánaligt, vindmegi 9-10.

Nú sóu teir, at Suðurland var í ferð við at søkka. Gummibáturin var framvegis fastgjørdur í skipið. Nú galt tað um at kvetta línuna millum skipið og bátin. Halldor fekk fatur á knívinum, sum er fastgjørdur umborð á slíkum gummibátum. Hann royndi nú at kvetta línuna við knívinum, men illa gekst. Knívurin var snøgt sagt óbrúkiligur. Blaðið var ógvuliga bleytt og ikki serliga hvast. Hann royndi alt, hvat hann kundi at fáa línuna kvettað. At enda eydnaðist tað. Tá kom Jóni til hugs “At eg ikki tók mín flotta franska knív við mær”. Hann hevði komið væl við í hesum førinum og eisini seinni.

Nú tá Suðurland var sokkið, fóru teir at kanna gummibátin. Har var nógvur sjógvur í bátinum og onki eyskar at finna. Roynt varð so at oysa við einum segldúksposa. Tá ið teir høvdu oyst eina løtu, komu teir eftir, at tað var eitt stórt hol í botninum á bátinum; holið var minst ein fót í tvørmát, so tað var onki endamál at halda fram at oysa. Tað var týðiligt, at tann ungi sjómanskúlanæmingurin Sigurdur var illa á holdum komin aftaná at hava ligið í tí ískalda sjónum. Hann bleiv skjótt veikari og veikari undir teimum ringu umstøðunum í bjargingarbátinum. Allir sum ein royndu teir at hjálpa honum, alt tað teir kundu, men tað miseydnaðist. Ikki longi eftir at Suðurland var sokkið, andaðist Sigurdur. Nú vóru teir seks eftir á lívi umborð á bjargingarbátinum. Tað var gingið umleið ein hálvur tími, frá tí at Suðurland hevði fingið ein sendara uppundir stýriborðsloring, til allir menninir lógu í sjónum. Suðurland var sokkið við nítjantúsund tunnum av sild, sum svarar til trýtúsund tons, sum var nakað tað sama sum eginvektin á skipinum.

Halldor og Kristinn hildu útkikk ígjøgnum opningin á gummibátinum. Knappliga sóu teir nøkur ljós einar tveyhundrað metrar frá teimum. Tað sá út, sum um tað vóru arbeiðsljós. Kristinn tók nú eina lummalykt, helt henni út ígjøgnum opningin og sveiggjaði hana frá síðu til síðu og royndi at geva tekin frá sær við lummalyktini.

Ongin svaraði tó aftur. Hann sá onki blunk ella nakað annað, sum kundi verða nakað svar. Fyri teimum sá tað út, sum um tað vóru fólk, sum gjørdu eitt ella annað arbeiði beint yvir havyvirflatuni, men teir sóu ikki nakað skip, bara ljós. Eftir stutta stund bleiv alt myrkt aftur. Ì dag siga báðir tveir, at tað var vist ljós frá møguliga einum kavbáti.

Móti morgni andaðist eisini maskinstjórin Hlødver. Sostatt vóru teir nú fimm eftir á lívi, saman við trimum deyðum skipsfeløgum.

Mayday, Mayday!
Nes Radio boðaði MRCC Reykjavík frá skipsvanlukkuni. Leiðarin Johannes Briem á MRCC Reykjavík fekk samband við bjargingarstøðirnar í Edinburgh og Bodø. Avrátt varð at senda tvey flogfør av Nimrod slagnum á vanlukkustaðið. Nimrod flogførini vóru sera væl útgjørd til slíkar uppgávur. Tey høvdu tey nýggjastu tól til leiting undir slíkum umstøðum.

Briem setti seg eisini í samband við Arna Berg, leiðaran á Færøernes Kommando Tórshavn. Arne vitsti, at verjuskipið Vædderen lá við bryggju í Tórshavn, so hann avgjørdi at senda skipið avstað, sjálvt um tað vóru 15-16 tímars sigling til vanlukkustaðið. Berg gav beinanvegin boð til fjarritaran umborð á Vædderen.

Kommandørkaptajn Preben Andersen var í ferð við at tørna inn eftir at hava verið til ein góðan jólaaftansdøgurða saman við manningini, tá fjarritarin kom inn í kamarið hjá honum og gav honum boðini um neyðarkall frá einum íslendskum skipi í Norðuratlantshavi. Klokkan var tá  00:43 jólanátt.

Andersen skipari gav beinanvegin boð um at gera klárt at sigla.

##med2##
”Vædderen” 72 metur langur, 11,5 metur breiður, stingur 5 metur, 1500 tons stórur. Byggiár 1963

Tað gingu bara fjúrtan minuttir, frá tí at boðini vóru komin, til Vædderen var á veg út um Molan.

Eftir at teir umborð á Vædderen høvdu sett knattstøðuna í kortið, vísti tað seg, at vanlukkustaðið var 340 sjómíl í ein landnyrðing úr Føroyum. Veðrið var sera vánaligt, vindurin beint ímóti, so hetta var ikki nøkur løtt uppgáva.

Umborð á Vædderen vóru tyrluskiparin Jan Rasmussen og Andersen skipari saman við manningini á tyrluni í ferð við at samskipa uppgávuna, sum stóð fyri framman. Funnið varð fram til, at tyrlan ikki kundi fara á flog frá skipinum fyrr enn klokkan 10-11 jólamorgun.

Nimrod flogførini finna gummibátin
Móti morgni var eitt Nimrod flogfar komið fram á gummibátin hjá Suðurlandi. Tá teir skipbrotnu sóu Nimrod flogfarið, sendu teir eina neyðrakett upp. Boð vórðu nú send til Vædderen um knattstøðuna hjá gummibátinum. Nú vóru tvey Nimrod flogfør á leiðini. Ætlanin var, at tað eina Nimrod flogfarið skuldi vera yvir gummibátinum alla tíðina til Lynx tyrlan hjá Vædderen náddi fram, og hitt flogfarið skuldi samskipa radiosamskiftið millum allar luttakararnar.

Vædderen gjørdist álitið
Klokkan ellivu jóladag var Vædderen miðskeiðis millum Føroyar og staðið har Suðurland var sokkin.  Umborð á Vædderen roknaðu menn út, at fór tyrlan á flog nú, skuldi hon flúgva 175 fjórðingar norðureftir. Roknað var við, at tyrlan kundi vera aftur um tríggjar tímar, og so fór ferðin suðuraftur at verða einar 50 fjórðingar styttri, tí Vædderen sigldi sekstan míl um tíman. Klokkan hálvgum tólv lætti tyrlan sær á og setti kós norðureftir.

Manning á tyrluni vóru tyrluskipari Jan Rasmussen, teknikari Claus Eriksen, bjargingarmaður Arne Frøge og “hoist-operatør” Jørgen Lauritsen.

Bjargaðir
Klokkan 13.00 var tyrlan endiliga komin fram til gummibátin. Tyrluskiparin Jan sá nú, at fólk var á lívi umborð á bjargingarbátinum. Hann setti nú stoppurið á 25 minuttir, sum var tíðin, hann kundi vera á staðnum. Arne gjørdi seg nú kláran til at verða loraður niður til gummibátin. Hetta var ikki nøkur løtt uppgáva, tí veðrið var sera ringt. Hann sveiggjaði aftur og fram, aðruhvørjaferð sendur ímóti gummi- bátinum og so í sjógv, so hetta var sera strævið. At enda fekk hann krøkt seg inn ígjøgnum opningin á bjargingarbátinum.

##med3##
Lynx tyrlan á Vædderen

Komin umborð á bjargingarbátin sá Arne , at tað vóru fimm menn umborð á bátinum. Menninir umborð á bátinum høvdu longu gjørt av í hvørjari røð, teir skuldu fara upp í tyrluna. Tað gekst væl at fáa teir báðar fyrstu upp, men tá bjargingarmaðurin kom niður aftur eftir tí triðja manninum, vildi tað so illa til, at hann fekk krókin á veirinum í høvdið, júst sum hann var komin í bátin, ikki bara einaferð, men tvær ferðir. Har var onki at gera uttan at toga mannin upp aftur, so hann kundi fáa stundir at koma fyri seg. Ístaðin fyri var avgjørt at lora veirin niður í bátin, og lata teir binda seg sjálvar í. Tað eydnaðist.

Nú vóru níggju mans í tyrluni, sum annars var roknað til átta persónar, og tað var so trongt, at menn valla fingu flutt seg. Kós varð nú sett suðuryvir ímóti Vædderen.

Klokkan 14.50 lendi tyrlan aftur umborð á Vædderen. Tá høvdu teir verið á flogi tríggjar tímar og tjúgu minuttir. Tá var ikki meira brennievni eftir enn til 12 minuttir. Vædderen kom á Havnina um morgunin annan jóladag. Manningin á Suðurland bleiv móttikin av einum umboðsmanni fyri Ness Skip og tí íslendska konslinum í Føroyum.

Kavbátar á leiðini
Søgan um vanlukkuna við Suðurlandi endar tó ikki her. Hálvan annan mánað eftir vanlukkuna, tann 8. Februar í 1987, visti bretska blaðið Mail on Sunday at siga, at ein bretskur og ein sovjetskur kavbátur høvdu verið  tætt hjá Suðurlandi, tá skipið sakk.

Bretski kavbáturin æt Splendid. Hann var kjarnorkurikin, og manningin taldi 97. Tann sovjetski var av slagnum Typhoon. Hetta var ein risastórur kavbátur, 170 metrar langur og 23 metrar breiður, og manningin taldi 150. Hetta var undir Kalda krígnum, og NATO hevði stóran áhuga í hesum sovjetska kavbátaslagnum, millum annað tí teir kundu hava kjarnorku-rakettir.

##med4##
Kavbáturin Splendid, sum sambært Mail on Sunday skuldi hava verið undir Suðurland tá hann sakk

Splendid hevði siglt aftan á sovjetska kavbátinum norður ígjøgnum Atlantshavið, men Tollaksmessudag man tann sovjetski kavbáturin hava varnast, hvat var á vási. Hann gjørdi tí tað, sum kavbátar vanliga gera undir slíkum umstøðum fyri at sleppa undan fíggindanum. Hann legði kavbátin inn undir eitt farmaskip, tí gangurin frá skipinum í erva fór at gera, at fíggindin misti hann burtur. Farmaskipið var Suðurland. Longri niðri í dýpinum royndi Splendid at fáa samband við sovjetska kavbátin, men til fánýtis, og tað vildi so illa til, at tá Suðurland sakk, legði skipið seg oman á lurtikaðalin, sum hekk aftur úr bretska kavbátinum.

Skiparin á Splendid, sum sambært Mail on Sunday æt Chrisopher Roddis, var í dýrastu neyð. Hann visti ikki, hvat bagdi lurtikaðalinum, ella hví kaðalin onkursvegna var vorðin fastur. Hinvegin visti hann, at kaðalin hevði stóran hernaðarligan týdning, og at hann tí ikki kundi loyva sær at sleppa honum. Hann tordi heldur ikki at geva  boð frá sær, tí hann var bangin fyri, at tann sovjetski kavbáturin fór at hoyra boðini. Tí var ikki annað at gera, enn at lata Splendid søkka niður á botn og at bíða. Sambært Mail on Sunday lá kavbáturin ellivu samdøgur á botni, men tá bar ikki til at bíða longur. Tá bleiv avgjørt at kappa kaðalin og at seta kós ímóti Bretlandi. Bretsku myndugleikarnir viðgingu seinni, at innihaldið í greinini í Mail on Sunday var á góðari leið, men meiri vildu teir ikki siga.

Teir, sum sluppu livandi frá vanlukkuni við Suðurlandi, ivaðust ikki í, at ein kavbátur kom upp undir skipið.

Yvirstýrimaðurin mintist, at hann hevði hugt í ekkoloddið, stutt áðrenn skipið fekk stoytin og legði seg.

Dýpið har skuldi verið meira enn 2.000 metrar, men ekkoloddið vísti bara einar 100 metrar. Kanska hevði ekkoloddið rakt kavbátin.

Fyri hetta stóra bjargingarbragd bleiv skiparin á Vædderen og manningin á tyrluni heiðrað av foreta Íslands, Vígdis Finnbogadóttir, 29. Juli í 1987.

##med5##
Tann 29 juli í 1987 fingu hesir av manningini á Vædderen heiðurstekin fyri tað stóra bragd, teir gjørdu jóladag 1986. Frá vinstru: hoistoperatør Jørgen Lauritsen, teknikari Claus Eriksen, Skiparin Preben Andersen, bjargingarmaðurin Arne Frøge, tyrluskiparin Jan Rasmussen. Síðstur á myndini er sendimaður Ìslands í Danmark, Hørdur Helgason, sum vegna Íslands forseta, Vígdis Finnbogadóttir, handaði teimum heiðurstekinini

Kelda til greinina er bókin hja Óttar Sveinsson og Carsten Bertelsen:
Mayday Mayday! En fantastisk redningsaktion på Atlanterhavet.
Kim Lembech týddi úr íslendskum.
Upprunatittul: Ùtkall í Atlantshafi á jólanótt

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo