Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í Smílukulluni í Miðvági, eru tey eisini farin at stákast til jóla.

Har verður givið pláss fyri, at børnini sjálvi koma við hugskotum um, hvat tey hava hug at gera. Tey fara at arbeiða á verkstøðum og hugna sær við at gera jólapríðið.

Nakrir dagar eru allíkavæl tilrættalagdir.

Fríggjadagin tann16. desember verður jóladøgurði fyri børnunum kl. 12 og henda sama dag, frá kl. 15.30 til 17.00, verður jólahugni fyri foreldrum og systkjum. jólahugnin verður uttandura, so tað ræður um at verða væl klæddur.

Eisini fara børnini at vitja á Ellisheiminum, har tey fara at syngja jólasangir fyri eldra ættarliðinum. Hetta skrivar Vága kommuna á heimasíðu sínari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo