Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Visit Tórshavn: Ein av góðu jólasiðunum í Havn er, tá jólatræið á Tinghúsvøllinum verður tendrað. Ein rúgva av fólki plagar at koma saman, tá jólamenninir við góðari hjálp frá Tórshavnar sløkkiliði og teimum mongu børnunum, sum hyggja at, tendra stóra jólatræið.

Men árið í ár er ikki sum onnur ár, og heldur ikki jólatræið sleppur undan ávirkanini frá korona, tí tað verður einki tiltak á Vaglinum í ár, sum tað annars plagar at vera.

Kortini sleppur korona ikki at oyðileggja jólahýrin í miðbýnum. Leygardagin 28. november verða bæði jólamenn, sum alla náttina hava stríðst við at tendra træið, og tónleikur at hoyra í býnum, sum aftur í ár er pyntaður við vøkrum granni og jólaperum.

Handilsvinnan spennir seg eisini út, og handlarnir í býnum og í SMS hava leingi opið hendan leygardagin. Og sum nakað nýtt verður eisini forvitnisligur jólamarknaður við jólasmáttum og nógvum virksemi á økinum uttanfyri ráðhúsið.

Nærri kunning um skránna yvir tiltøk í desember kemur seinni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo