Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kl 16 seinnapartin tendraði jólatræið í tinghúsvøllinum. Anne Mette Greve Klemensen legði fyri. Síðan  bar Tórdis Lóa Tórhallsdóttir, býráðslimur í Reykjavík, heilsu úr Íslandi, og aftaná helt Heðin Mortensen, borgarstjóri, røðu.

Borgarstjórin byrjaði við at ynskja øllum vælkomnum á Vaglið.

- Góðan dag góðu børn, góðu havnarfólk og gestir úr øllum Føroyum, ið saman eru komin á Vaglinum í dag, nú vit enn einaferð lata upp fyri jólahugnanum í okkara høvuðsstaði.

Nú birtast túsund jólaljós
í hesi myrku stund,
og túsund onnur glógva nú
á himna bláu grund

- Um eina lítla løtu tendra vit jólatræið.

- Eins og undanfarin ár hevur eisini hetta træ sína serligu og ævintýrligu søgu. Spírin vaks á markinum millum Evropa og Asia, langt uppi í kavaklæddum fjøllum, har hægsti tindurin stingur heilar sjey ferðir so langt upp í loft sum Slættaratindur.

- Nakrir spírar endaðu í farnu øld í Íslandi, har teir hava vaksið seg stórar og sterkar í Heiðmørkini uttanfyri Reykjavík í væl meira enn hálva øld.

- Seinnu árini hevur verið siðvenja, at Reykjavík hevur latið Havnini eitt jólatræ á hvørjum ári at prýða Havnina, til gleði fyri stór og smá.

- Eg fari at takka Reykjavíkar býráð fyri hesa gávu, og fari at biða Tórdis Lóu Tórhallsdóttir, sum í dag er gestur okkara úr Reykjavík, heilsa heima og takka hjartaliga fyri jólatræið.

- Tað var ikki fyrrenn í 1934, at fyrsta kommunala jólatræið varð tendrað undir tinghúsinum. Tað eru sostatt í ár 87 ár síðan.

- Hesi 87 árini hevur Havnin tikið ímóti gestum úr øllum landinum við einum lýsandi jólatræi á tinghúsvøllinum. Hesin hugnaligi siður verður í dag hildin í hevd um alla kommununa.

- Vit brúka tíð, orku og pening uppá at pynta býin við eittans einum endamáli: At skapa gleði og hugna í eini annars myrkari tíð.

- Ein kendur rithøvundur segði einaferð, at jól eru ikki bara ein ávís árstíð. Jól eru ein kensla.

- Jólini eru fram um alt barnanna hátíð. Tí hugsa vit altíð mest um familjuna við børnunum í fokus. Um felags hugna og felags átøk.

- Og tá Havnin soleiðis verður vertur fyri øllum landsins íbúgvum, so er natúrligt, at øll tilboðini eru soleiðis snikkað til, at nakað er fyri alla familjuna.

- Havnin er gamal keypsstaður, og tað sæst aftur í hugnaligu býarmyndini. Og vit hava eisini hesaferð lagt okkum eftir at skapa nakað, soleiðis at øll familjan fær eina heilt øðrvísi uppliving í býnum.

- Vit fara inn um portrið í jólagøtuni, vit brúka allar okkara sansir. Vit fara inn í ein ævintýrheim. Tað rýkur av jólabakstri. Har er nógv, sum bæði vit tilkomnu og børnini hava gleði av.

- Tað hevur nógv at siga, at borgarar savnast til tiltøk í miðbýnum, tað skapar trivnað og samanhald. Her er snotiligt og vakurt allastaðni. Hetta kemur ikki av sær sjálvum, men av planlegging, samstarvi, ídni, fakligheit og áræði.

- Tað hava tit, fyrireikarar og starvsfólk, øll uppiborið eina stóra tøkk fyri.

- Á jólum gerast vit øll børn aftur. Vit leita minnini framaftur frá barnaárunum og frá jólunum. Vit minnast jólasøgurnar, og vit frøast saman.

- Og vit gloyma ikki Jesusbarnið, sum er orsøkin til, at vit halda jól. Vit fara á barnakonsertir, og mong okkara njóta tónleik ella bara eina stilla løtu í dómkirkjuni, sum stendur opin fyri gestum hiðani til jóla.

Í sanginum “Eg eri so spent til jóla” syngja børnini:  

Tað er so leingi at bíða –
hygg nú fer mánin at líða
Øll hava so nógv at gera –
eg veit ikki, hvar eg skal vera.

- Men nú skulu vit ikki bíða leingi aftrat, tí nú fara ljósini at glógva enn einaferð fyri okkum øllum her á Vaglinum.

- Hiðani av Vaglinum skal ljóða eitt ynski um eini gleðilig jól til øll børn í Føroyum og familjur teirra.

- Og ein hjartalig tøkk til Havnar Hornorkestur og GHM fyri trúfasta luttøku og fyri enn einaferð at seta okkum øll í jólahýr.

- Og túsund takk til tykkum á Brandstøðini, fyri at tit koma við gomlu brandbilunum og at tit koyra jólamannin úr fjøllunum oman á Vaglið.

- Nú verða jól! Og í menniskjum góður tokki! Gleðilig jól, øll somul, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo