Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

BirkBloggur: Eitt jólatræ er ímynd av jólum, friði, samstarvi og hugna. Kommunan tendrar træið og vit savnast um tað við røðum og tónleiki.

Í Havn er tað á Vaglinum, at træið verður tendrað.

Upprunaliga vóru tað Norrønu Feløgini, sum eftir fyrra verðaladarbardaga settu sær fyri at skapa frið í heiminum gjøgnum vinabýir, sum samstarvaðu kommunalpolitiskt við kommunustýrið og persónliga gjøgnum Norrønu Feløgini.

Tá kom jólatræið í Havn úr Birkerød kommunu, sum nú eitir Rudersdal kommuna. Hinir vinabýirnir eru Asker í Noregi, Eslöv í Svøríki, Jakobstad í Finnlandi og Gardabær í Íslandi.

Vinabýarsamstarvið, sum á enskum verður kallað Twin Cities, er til enn, men Havnin er farin úr gamla samstarvinum, og hevur í staðin tikið upp samstarv við norðurlendsku høvuðsstaðirnar.

Í ár var tað nýggjundu ferð at eitt jólatræ úr Reykjavík varð tendrað á Vaglinum.

Síðan krígslok hevur norski høvuðsstaðurin, Oslo, sent eitt jólatræ til bretska høvuðsstaðin, London, til minnis um tað góða samstarv, sum var undir krígnum.

Síðan 1947 hevur gamla norska jólatræið verði sett á Trafalgar Square, sum er mitt í býnum.

Í ár hevur Londonbúgvin fýlst á, at træði er so ljótt. Tey vilja hava eitt annað træ.

Í London hevur jólatræið egna twitter kontu https://twitter.com/trafalgartree har fólk kjakast um træið, sum verður sett við síðuna av eini ímynd av Hannukah høgtíðini.

Okkurt árið hava somu atfinningar verið í Havn, tí træið ikki hevur staðið mát til tær vónir, vit hesa ársins tíð knýta at jólum og ársskiftinum.

Í Facebook bólkinum ”Bara gamlar Havnarmyndir” er hetta jólakort komið fram.

Postmenn siga, at kortið hevur verið í brúki í 1967, men er helst eldri.

Tað er Ásmundur Poulsen, ið hevur tikið myndina av fátæksliga jólatrænum á Vaglinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo