Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú eru jól, og nú er tað at jólatrøllini vísa seg aftur. Í Sørvági hava vit hvørt ár jólatrøll. Og tað er oftani tey somu trøllini ár um ár. Summi tíma ikki at gera liðugt til jóla. Og summi eru líkaglað við náttúruverndarlóg og ordiligheit annars.

Tummas
Tað eina jólatrølli í Sørvági í ár eigur Tummas. Tummas hevur fleiri feløg. Eitt av feløgunum hevur havt 2 pør av trollemmun liggjandi í frárenslinum á kajuni omanfyri Luna. Lemmarnir hava ligið har í 16 ár. Rennan sum lemmarnir liggja í er ein stoypt kanal millum kajuna og hagan. Hendan er til at leiða burtur vatn og evju frá haga, fugli og seyði. Og gera tað atkomiligt at reinsa upp tað sum legst til av alskyns avfallsrestum. Trollemmar eru blakaðir í rennuna og hava skapt eina forðing so at avfall, óhumska og alskyns restir verða liggjandi og blokkera fyri tí náttúrliga frárenslinum. Ístaðin skapar evjan eina bakteriubombu. Løgið, at Luna letur seg finna í at hava eina bakteriubombu nakrarfáa metrar frá. Jákup C hevur verið og tikið upp úr rennuni, men hann rendi seg fastan í trollemmarnar, og slapp ikki víðari. Og tað hjálpir ikki at tosa við eigarmannin. Eitt er at, iflg. Náttúruverndarlógini, so er tað beinleiðis óløgligt at blaka nakað frá sær sum skemmir og dálkar. Annað er ábyrgdarmaðurin slett ikki eigur økið.

Sami ábyrgdarmaður hevur í alt summar og alt heyst havt órudd sosum plattar liggjandi heima á træbrúnni. Og tað liggur har framvegis. At tosa við hann hjálpir ikki. Óruddi hevur verið rúgvusmikið og vandamikið, og verður bara blaka til fótatrakk. Sig tá eini 100 ferðafólk skulu til Mykinesar.

Á tí lítla økinum hava 3 trukkar sína dagligu gongd. Persónbilar koma heilt oman til bátin við fólki og góðsi. Og í Sildahúsinum, sum er lagri hjá Luna á sama øki, verður inn/-og útskipa 1000 liturs føt av bæði klor og mýrusýru.  Og her standa ferðafólkini í bíðirøð. Í nýggja árinum mega vit fáa Arbeiðseftirlitið vestur at gerða eina skipan fyri hettar økið. So at tað verður Arbeiðseftirlitið sum kemur at standa við endan tá ein ólukka hendir, og ikki vit sum koyra har.

Her hava vit ein topp kandidat til ársins jólatrøll í Sørvági fyri árið 2020.

Handilsvirkið Niclasen
Eisini Handilsvirkið er ein góður kandidatur til ársins jólatrøll. Tað óruddi sum lá alt seinasta vár liggur nú aftur har. Og onki tíður uppá eina upprudding. Í vár var tað kommunan sum beindi burtur fyri H.Niclasen. At blaka frá sær, er ein ókulturur. Og tað er brot á nátturuverndarlógina. Hvussu uppstendur hendan ónodlan. Tá nylonstraps, plastetikettir, plastdúkar bara verður kruvt upp og slept út í vindin, so er tað revsivert íflg. føroyska lóg. Og kommunan hevur gigngið á kroppin á teimem. Men Erik kundi akkurát tað sama tosað við ein av lyktarpelunum á kajuni. Í in.fo er ein ættarliðslýsing 5 generasjónir aftur í tíð. Hendan roynir at lýsa alment at her er nakað serligt. Øll vit sum hava eina ættartalvu, kunnu fara 5 generasjónir aftur í tíð, uttan at gera av okkum við náttúruskemd.

Víst hava vit í Sørvági havt okkara stoltleikar. Eina hálva øld høvdu vit Vesturvón. Stoltleika og gleði var tað hesi fiskifør og hesir menn góðu okkkum. Inntil tveir trojanskir hestar eina náttina komu og oyðiløgdu alt. Og dagin eftir var onki tað sama sum fyrr.

Og tey sum minnast Dánjal Niclassen. Fram til 1971 var hann nevndarformaður í Sjóvinnubankanum. Tann fyrsti útbankin í Føroyum, sum var uttanfyri havnina, var í Sørvági. Stjóri í Fiskasøluni í nógv ár. Og hann bygdi fyrsta flakavirkið í Føroyum. Og tað var í Sørvági.

Men so eina náttina bleiv alt ørvísi enn tað hevði verið. N.Niclasen skelti í handlinum var yvirmálað til Handilsvirkið Niclasen. Ein kappingarneyti hjá N.N. pástóð at, nýggja genarasjónin av Niclasen hevði koyrt gamla felagið konkurs og flutt øll aktivir yvir í nýggja felagið. 800 túsund krónur sum N.Niclasen skyldaði til Gjaldstovuna, sum N.N. hevði kravt inn í MVG fyri Gjalsstovuna, var eisini flutt út úr gamla felagnum hjá N.N. Og tá Gjaldstovan kom eftir sínum pengum, so lógu bara rokningarnar eftir í kassanum. Hesin sami var argur, tí hann hevði fyritøku sína sum firma. Og hann kundi ikki soleiðis bara reyvrenna Gjaldstovuna til egnan fyrimun. Tí um hann koyrdi firmaði konkurs, so fór øll familjan ørmundahús eisini.

Í dag kann ein eisini argast yvir at heiðurskrýnda N.N. merki er tikið fram aftur. Hvussu kunnu ein grava uppaftur nakað, sum ein sjálvur hevur gjørt av við og begrivið? Kann man grava ommu sína uppaftur og sminka hana til salgsvøru? Jú, tað ber væl til. Er grádigheitin stór nokk, so ber alt til. Àttu ikki menn havt tann stoltleikan í sær, at gingið gjøgnum eld og vatn fyri at halda familjunnara æru høgt. Nei, tíanverri. Oftani tvørturímóti.

Ein annar toppkandidatur til ársins jólatrøll í Sørvági fyri árið 2020.

Pól Sigmund
Pól Sigmund hevur eina rustaða last til lastbil liggjandi niðri í fjøruni á kajuni í Sørvági. Hon hevur verið jólatrøll nú í 10 ár. Tað er lættari og bíligari at brúka kommunuøki sum avfallsdepot enn at senda tað til IRF. Kommunan hevur eisini verið eftir Pól Sigmund fyri skrambli hann hevur blaka frá sær uppí Dalinum. Soleiðis sæð er Pól Sigmund ein toppkandidatur til ársins jólatrøll. Menn í ár verður hann allíkavæl útsligin við fleiri bátslongdum av teim báum toppkandidatunum.

Luna
Luna hevur verið heilt frammi í tetinum til ársins jólatrøll. Men Jón hevur tikið sína uppgávu sum ruddingarleiðari so álvarsligani, at Luna fellur heilt aftur við borðinum. Ikki tí at yað skínur hjá Luna. Har liggur framvegis drasl og dálkar náttúruna. Vit skulu minnast til, at bara ein blandimaskina aftanfyri húsini hjá tær sjálvum er nokk til at bróta náttúruverndarlógina.

Var tað fyri árið í fjør, kundi Luna kanska havt ein møguleika. Men slettis ikki í ár.

Sørvágs Kommuna
Kommunan hevur duga væl at blaka frá sær har tað bara passar seg. Men sitandi bygdarráð vil pynta best gjørligt um sítt ummæli, og gott er tað. Jákup C hevur verið úti og gjørt eitt vælaarbeiði, so kommunan bjargar sær undan ársins jólatrølli.

Við hesum ein heilsa til allar sørvingar um eini gleðilig jól.

Rúni Nolsøe
Sørvág

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo