Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Leygardagin 30. november skipar Lions Club Liljan fyri tiltakinum Barnalist og jólatombola í Posthúskjallaranum í Tórshavn.

Tiltakið er kl. 14.30-17.00, og øll eru vælkomin. Tað er altíð ein stuttlig løta at síggja framsýningina Barnalist.

Barnalist er ein framsýning, har børn úr ymiskum barnagørðum sýna málningar og annað, sum tey hava evnað til jólatiltakið.

Kaffi og vaflur verða til keyps, umframt tombola við nógvum góðum vinningum.

Peningurin fer óskerdur til børn og ung í Føroyum.

Luttakandi dagstovnar: Dagstovnurin við Løgmannabreyt, Býlingshúsið undir Fjalli, Dagstovnurin á Hamrinum, Dr. Ingridar barnagarður, Dagstovnurin í Øksnagerði, Dagstovnurin Flatnagarður, Býlingshúsið Inni á Gøtu, Dagstovnurin við Velbastaðvegnum, Dagstovnurin Lítliskógur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo