Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Einaferð var tað ein jólabýur, sum ár eftir ár helt til í SMS – um jólini sjálvandi. Og tað ger hann aftur í ár, føroyskari enn nakrantíð áður.

Mánadagin 16. november kl. 16.30 vera jólamaður og vættrar í nýggja jólabýnum í veruligum jólahýri. Tí tá verður jólabýurin tikin í nýtslu. Og vit vita jú øll, at jólini byrja í SMS.

Á jólum er mangan kalt. Og í fleiri ár hava vættrar og jólamaður gramt seg um henda føroyska kuldan. Men tað eru ráð fyri tí. SMS hevur heitt á sniðgevar at sniðgeva, seyma og binda føroysk klæði til køldu vættrarnar og jólamannin. Talan er um tjúkkar føroyskar troyggjur, so nú eru vættrar og jólamaður væl ílatin og heit í jólabýnum.

Bóðu um klæðini
Vættrar og jólamenn liva sítt serliga lív. Í ár ynsktu tey beinleiðis at fáa heit klæði, annars vildu tey ikki koma heilt norður til føroyska kuldan. Tey vistu um heitu klæðini, sum føroyingar ganga í – heitar og tjúkkar troyggjur, sum mammur, ommur, mostrar og fastrar hava bundið. Og hetta vildu tey eisini hava.

Nú eru hjálparfólk so komin upp í leikin, og vandi er ikki longur fyri, at jólamenn og vættrar fara at ganga køld í føroyska jólabýnum. So óført hevur verið bundið seinastu vikurnar, at øll fáa heit føroysk klæði at fara í.

Bindikonurnar, sum hava sitið og bundið í seinastuni, hava bundið 38 troyggjur í ymsum støddum, og 38 jólahúgvur til vættrarnar. Og vita tit hví, tær hava bundið 38 troyggjur og 38 jólahúgvur? Júst so, tað eru nevniliga 38 vættrar í nýggja jólabýnum. Nógv annað er eisini bundið og seymað, millum annað anorakkar, kjólar, jakkar, kot, og so hava vættrarnar eisini fingið nýseymaðar skjúrtur.

Og tað er júst alt hetta føroyska, sum ger jólabýin til nakað serstakt í ár. Her kunnu bæði børn og vaksin fáa nakað burturúr. Her fáa øll eina jólaliga uppliving. Og her byrjað jólini - aftur í ár.

- Nú bíða vit øll í spenningi eftir at síggja vættrarnar í føroysku pløggunum. Vit hava nevniliga ikki sæð tær enn. Í SMS er tað ikki sørt, at vit hava eitt sindur av summarfuglum í búkinum. Vit eru jú eisini spent at heilsa upp á vættrarnar og vóna, at nógv børn og barnsligar sálir vera í SMS mánadagin 16. november kl. 16.30.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo