Fyrst helt eg tað var tú. So helt eg tað var beiggi tín. Nú síggi eg, tað er hvørgin av tykkum
- orðfimur vestmenningur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

07 Vestur: 07 Vestur kunngerð í kvøld, á 10-ára degi felagsins, at sáttmáli júst er skrivaður við Jón Krosslá Poulsen, sum sostatt flytir vestur at spæla komandi ár, og verður partur av EFFO-hópinum hjá nýggja venjaranum, Paula Poulsen.

29-ára gamli áloyparin hevur drúgvar royndir í føroyskum toppfótbólti og verður roknaður sum ein veruligur fongur í Vágum. Umframt royndir hevur Jón altíð skotið mál, og í ár fekk hann meira enn ein fjórðing av málunum hjá suðringum.

Jón Krosslá Poulsen spældi farna kappingarárið fyri samanlagda suðuroyarliðið. Í fjør leikti hann fyri Víking, men hevur annars verið mest at síggja í feløgunum úr Suðuroy, FC Suðuroy og VB/Sumba, undantikið eitt ár í HB. Hann hevur spælt fleiri enn 200 dystir í meistaradeildini og skotið 48 mál.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo