Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Jón Magnus Joensen hevur málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík frá fríggjadegnum 27. november til og við mikudagin 2. desember.

Heitið á framsýningini er Tórshavn. Teir 30 málningarnir, ið eru við, lýsa høvuðsstaðin hvør á sín hátt. Nógvir teirra eru stórir. Umframt hesar, so eru onnur 40 smá myndevni við, ið lýsa bý og náttúru.

Jón hevur havt nógvar málningaframsýningar seinastu góðu tríati árini, harav mangar í Smiðjuni. Hann hevur málað frá ungum árum og var á listaskúla í Danmark í 2003.

Framsýningin letur upp nú fríggjadagin kl. 15.

Jón er argjamaður og býr í dag á Toftum. Her hevur hann egið atelier.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo