Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Parasport Føroyar: Tað var hátíðarligt í MBF húsinum í gjár, tá Parasport skipaði fyri móttøku í samband við at Jón á Steig og Johann Samuelsen hava valt at takka fyri seg í nevndini.

Formaðurin, Egga Jensen, helt røðu, har hann leit afturá seinastu 38 árini við paraítrótti, og upplivingar og avbjóðingar teir tríggir høvdu havt.

Aðrir røðarar vóru m.a. Tóra við Keldu, ið kundi greiða frá hønn týdning ítrótturin hevði havt fyri hana, og óiva fleiri onnur ítróttarfólk ið bera brek.

Eisini borgarstjórin Annika Olsen, fyrrverandi ÍSF forsetin Heðin Mortensen, núverandi forsetin Elin Heðinsdóttir, og Johan Samuelsen sjálvur, hugleiddu um hetta tíðarskeiði ið nú fekk ein enda.

Á hátíðarløtuni fingu Jón og Johan handað skreytblað ið staðfestur teirra støðu sum heiðurslimir í Parasport Føroyar.

- Vit ynskja Jón og Johan alt tað besta nú teir hava takkað fyri seg, og takka fyri alt tað teir hava gjørt fyri paraítróttin í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo