At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

07 Vestur: Ungi sandavágsmaðurin spældi sínar fyrstu dystir í vaksnamannadeild í fjør, har hann fekk 8 dystur í 2. deild, og átti harvið sín lut í uppflytingini. Í ár hevur hann spælt nakrar dystir í 1. deild, áðrenn hann fekk fyrsta dystin í Betri Deildini seinasta sunnudag móti B36 í Gundadali, tá hann kom inn í 73. minutti fyri Ronni Møller-Iversen.

Jón er fyrsti 07 Vestur-leikarin í sínum árgangi, sum hevur spælt við besta liðinum hjá monnum, og tann fyrsti at gera sáttmála við felagið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo