Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Henda mánaðin hevur Jóna Birgit Nattestad framsýning í Betri í Miðvági.

Hon hevur málað í nógv ár og nomið sær kunnleika á skeiðum í Føroyum, Danmark og Grikkalandi. Eisini undirvísir hon børnum á kvøldskúlanum í Listastovuni í Vága kommunu.

Tað eru serliga litirnir úr vøkru, føroysku náttúruni, sum geva henni íblástur. 

Birgit hevur sýnt fram eitt nú á Listasavni Føroya á Óalvsøku, Müllers pakkhúsi, Smiðjuni í Lítluvík, Vestanstevnum, Dugna, SMS og Løkshøll.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo