Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Fríggjadagin 24. februar kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Jónu Rasmussen og Guðrið Poulsen upp í Galerie Focus.

Framsýningin er opin til 9. mars: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18.

Jóna Rasmussen er grafikari og listamálari og hevur síðan 1991 sýnt fram í Føroyum, Danmark og aðra staðni. Fyrstu serframsýningina hevði hon í Listaskálanum í 1999. Íblásturin til myndirnar fær hon millum annað úr náttúruni, frá sjómanslívinum og frá tónleiki. Elementið er ofta vatn og hon ger eisini abstraktar myndir. Tann svart/hvíti grafikkurin stendur sterkur, men eisini grafikkur og málningar í litum, ofta í bláum og turkis, standa sterkir við hennara sermerktu strokum.

Guðrið Poulsen er keramikari og hevur síðan 1986 sýnt fram í Føroyum, Týsklandi, Norðurlondum, USA og aðra staðni Hon er tann fyrsti føroyingurin sum arbeiðir professionelt við keramikk. Fyrstu serframsýningina í Listaskálanum hevði hon í 2003 við heitinum Spor og síðani í 2013, MillumRúm. Hennara verk fevna um gagnlist til listaverk á høgum støði. Hennara skulpturar eru, í formi og liti, hugmyndir av náttúruni. Guðrið Poulsen gjørdi í 2015 eina 2 metur høga uttandura standmynd úr keramikki í Odense.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo