At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Hátíðarhald var á Tannlæknastovuni hjá Tórshavnar kommunu í morgun, nú Jóna Thomsen eftir 47 árum í starvi hjá kommununi leggur frá sær vegna aldur.

Jóna er fødd í Havn 30. januar 1950. Mamman var av Skála og pápin úr Norðragøtu, tann tiltikni Andrias í Køkubúðini. Andrias doyði í 1996 og Annefía í 2015.

Jóna Thomsen hevði 45 ára starvsdag 10. februar í 2015. Hon var sett í starv á Tannlæknastovu Tórshavnar kommunu 10. február 1970.

Jóna fer frá fyri aldur nú á jólum. Hon verður 67 ár 30. jan. 2017.

Tað var eisini á víðagitna bakarínum á horninum millum Tróndargøtu og Niels Winthersgøtu, at Jóna fann sær mann - tann unga bakaralærlingin Hendrik Thomsen, - eisini ein gøtumaður - ættaður úr Syðrugøtu.

Jóna og Hendrik giftust í 1974 og hava síðan búð í sjálvbygdu húsunum á Velbastaðvegi 60. Saman eiga tey synirnar Niclas, Andrias og Magna. Higartil eru trý ommu- og abbabørn - tey eita Hendrik, Anna og Jóna.

Jóna hevur starvast í barna- og ungdómstannrøktini líka frá tí tíðini, tá tænastan varð kallað “Skúlatannlæknin” og hølini vóru í Kommunuskúlagarðinum.

Mangar eru søgurnar um Jónu og hennara áræði, góða lyndi og stóra hjarta - altíð við tí góða, aldrin eitt øvugt orð.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt røðu fyri Jónu og handaði blómur og gávu frá kommununi. Borgarstjórin sjálvur fekk eisini handaðar blómur frá Sigrid Arge sum tøkk fyri drúgva tænastu og gott samstarv.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo