Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Teir báðir byrjaðu at spæla saman fyri skjótt 30 árum síðan og á festivalinum 10 juni koma teir við nýggjum spennandi orkestri.

Teir eru kendir fyri at fáa áhoyrarnar við, tá teir spæla sínar mongu slagarar, so sum ‘Eg vil út’, ‘Besti vinur mín’, ‘Ung og føgur’ og ‘Ytsti Arni’. Eisini fara teir at spæla onkur løg frá Sørvings og nakað av nýggjum verður eisini hesaferð.

Fyri 3 árum síðan vóru teir seinast á palli á Country- og Bluesfestivalinum. Dungasandur dandaði, har áhoyrarnir sungu, klappaðu og dansaðu við til teirra tónleik.

Umframt teir báðar, Jørgen Niclasen og Jákup á Stongum, telur orkestri Holgar Jacobsen, guitar, John Edvin Joensen, bass, Severin Niclasen, klaver, Finnur Joen-Jacobsen, trummur og Ásvør Vest Niclasen, saxofon.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo