Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Eg kom at kenna Jórun og Kalla í 1980unum, og byrjaði eg, at arbeiða hjá teimum sum bókhaldari 1. mars 1989.

Hetta var tann tíðin, tá mann so smátt byrjaði at fáa teldur, til eitt nú bókhald og annað skrivstovu arbeiði, og sum tey framskygdu fólk, ið Jórun og Kalli vóru, keyptu tey eisini teldu.
 
Í 1989, var hetta eitt stórt framstig, tí nú kundi mann útskriva faktura beinleiðis úr bókhaldsskipanini, somuleiðis kundi mann senda kontoavrit til kundan hvønn mána. Stuttligt at hugsa aftur á, hvussu alt innan telduskipanir er ment síðan tá. Eg minnist, vit gjørdu upp einaferð um mánan, og tá eg fór heim við 17-18 tíðina um kvøldið, settu vit skipanina at bóka, og var liðugt bókað næsta morgun.

Tá mann kemur at arbeiða í einari lítlari fyritøku sum hesari, verður mann sum ein familja. Vit vóru nógv saman, og arbeiddi eg sum bókhaldari hjá teimum, til tey seldu fyritøkuna.

Jórun var ein brandur og hevði stýring á øllum í fyritøkuni, tó tók hon sær burturav av baðirúmsmøblum, og koyrdi hon nógvar túrar, við sínum stationcar, við vøru. Jórun og Kalli dugdu væl at selja, og blómaði teirra fyritøka undir teirra kønu hondum.

Míni børn og teirra børn komu nógv saman og vóru vit eisini saman uttanlands í arbeiðsørindum og í feriu.

Sjálvt um Jórun hevði nógv at gera, var hon sjáldsama gestablíð, og hon var blíð við øll.

Tað, ið eyðkendi Jórun og Kalla var, hvussu bundin tey vóru at hvørjum øðrum, og Gud náði tann, ið segði nakað negativt um Kalla, tá var hon ikki blíð. Vit kallaðu Jórun bara fyri Jórun hjá Kalla.

Tey seinastu tíggju árini, mistu Kalli og børnini Jórun so líðandi, til herviligu Alzheimer sjúkuna, og gjørdist hetta ein svár tíð fyri familjuna. At síggja hesa kvinnu, ið vanliga hevði stýring á øllum, fara meir og meir burtur, hevur ikki verið lætt.

Til eina ráðstevnu á Hotell Føroyum, fyri nøkrum árum síðani, greiddi Elin frá, hvussu tað var at missa mammuna meir og meir til Alzheimer. Hendan dagin skýrdi Elin pápa sín, sum teirra hetju, ið altíð var har og passaði mammuna. Sanniliga hevur Kalli verið um Jórun, bæði við at passa hana heima og síðani, tá hon flutti á Lágargarð, vitjaði hann hana nærum hvønn dag.

Nú Jórun er farin um sýn, hava tit mist hana fyri aðru ferð, fyrst til Alzheimer og síðani til deyðan.

Eg kendi Jórun væl, tá vit arbeiddu saman gjøgnum nógv ár, og koma minnini altíð at vera har, um alt vit upplivdu saman. Hon elskaði sang, og vóru vit mangan ríkaði við sangi, frá henni og Kalla.

Orð eru fátøk, tá mann skal lýsa Jórun, men vil eg ynskja Harrans signing yvir tykkum hesa komandi tíðina.

At enda vil eg lýsa Jórun, soleiðis sum eg minnist hana, við hesum orðum, úr Orðtøkunum kap. 31:

Dugnaliga konu – hvør finnur hana? Mangan meir enn perlur er hon verd.

Klædd í styrki og heiður gongur hon við smíli hini komandi tíð ímóti. Hon letur upp munnin við vísdómi, og kærleiksáminning er á tungu hennara.

Mangar dugnaliga kvinnur eru, men eingin er móti tær.

Vænleiki svíkur, og vakurleiki er fáfongd; tann kvinna, sum óttast Harran, skal vera róst.

Æra veri minnið um Jórun.

Tórshavn hin 25. januar 2022
Ása Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo