Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Sambært norska korrespondentinum hjá TV2, so er boðað frá eini katastrofu í USA 11. september. Tá kemur bókin hjá Bob Woodward  «Fear. Trump in the White House» um Donald Trump út.

Og Trump hevur allar grundir at óttast, skrivar TV 2.

Washington Post-veteranurin er eingin hvør sum helst. Hann hevur verið við í at fella ein forseta fyrr. Tað var hann sum saman við starvsfelagnum Carl Bernstein skrivaði greinarnar um tað sum seinni gjørdist kent sum Watergate-gølan fyrst í 70'unum.

Og hvussu stendur so til í Hvíta Húsinum? Tað stendur illa til, rættiliga illa, skulu vit trúgva Woodward.

Woodward hevur tosað við fleiri keldur í Hvíta Húsinum. Fólk sum ynskja at ávara heimin um hvør forsetin veruliga er fyri ein maður. Ein lygnari sum kann útloysa triðja heimsbardaga, um ikki verður ansað væl eftir honum. Hansara egni verjumálaráðharri heldur at hann hevur eina heimsfatan sum eitt 12 ára gamalt barn, stabssjefurin heldur at forsetin er ein idiot. Fleiri av nærmastu fólkunum hjá Trump halda at hann er ein hóttan fyri trygdina hjá USA.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo