Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

SEV hevur seinastu dagarnar gjørt greitt, at núverandi løðistøðir eru hóskandi, og at fólk skulu løða heima, og um nú onkur av neyð hevur tørv á at løða á skjótløðistøðunum, so eru nýggju prísirnir OK.

Um vit ætla, at fleiri skulu flyta yvir til elbilar, so tekur SEV feil á øllum trimum pástandum omanfyri.

Niðanfyri vil eg bara seta fokus á tað seinasta; tað við løðiprísunum á skjótløðistøðunum. Hetta er í stuttum frá mínum egnu royndum.

Eg havi savnað løðidáta fyri umleið fýra mánaðir. Mars og apríl og so aftur í juli og inn í september (fyri at fáa tað spjatt og til ymiskar árstíðir). Fyri at lýsa hetta so opið sum møguligt, skal eg upplýsa, at hetta er fyri tveir elbilar hjá húskinum, ein frá 2013 og ein frá 2018, og battarístøðan við løðibyrjan hevur verið ymisk. Tað, eg lýsi her, eru bara løðingar á DC 50 kWt løðistøðunum, vit hava nýtt kring landið (Saltangará, Klaksvík, Oyrarbakka, flogvøllinum og á Skálatrøð – vit hava tíbetur eisini møguleika at løða heima, sum vit eisini hava gjørt nógv av, men tað er ikki við her).

Vit hava í nevnda tíðarskeiði løtt 122 ferðir á DC 50 kWt løðistøðum og fingið leverað tilsamans 1169 kWt í tilsamans 3175 minuttir. Hetta umroknað til prísirnar, SEV nú hevur lýst, svarar til umleið 5.454 kr. Her skal líka viðmerkjast at løðiferðin er ikki konstant, og har eru nógvir faktorar, sum spæla inn – men soleiðis er tað nú einaferð, og tí er hetta roknistykkið ikki langt av leið.

Um vit, runt roknað, halda okkum til, at bilarnir koyra áleið 100 km uppá 18 kWt, so geva 1169 kWt áleið 6496 km. Um ein líknandi bensinbilur koyrir sama kilometratal og koyrir umleið 13 km uppá liturin, so svarar hetta til umleið 500 litrar av bensini. Til dagsins bensinprís svarar hetta til umleið 4.212 kr.

Tað stutta av tí langa er, at 6496 km við okkara elbilum, løddir á skjótløðistøðunum hjá SEV við nýggju prísunum, koma at kosta á leið 1.242 kr meir enn kostnaðurin fyri bensin til ein tilsvarandi bensinbil. Hvør vil tá velja el fram um bensin?

Minuttprísurin er høvuðstrupulleikin, og er ikki rætt ásettur, tí fyri tað fyrsta dýrkar tað prísin so mikið, at tað er bíligari við bensini, og fyri tað næsta, so rakar tað elbileigarar ymiskt.

SEV grundgevur fyri minuttgjaldi við tí, at tað er við tí fyri eyga at fáa bileigararnar at flyta bilin. Tað kann gerast á annan hátt. T.d. við at tíðaravmarka parkeringsbásin, og eftir tað fær bileigarin parkeringsbót. Ella við einum minuttgjaldi, sum t.d. byrjar eftir at bilurin hevur løtt í 15 ella 20 minuttir.

Hinvegin hevur SEV rætt í tí, at um eg bara løddi heima, so var tað nógv bíligari. Ja, eg hevði spart um 2.000 kr í mun til sama bensinbil (til vanligan SEV takst á 1,85 kr/kWt) – væl at merkja áðrenn nakað leigugjald er lagt omaná heimaløðistøðina, sum SEV fer at gera.

Men tað er nú einaferð soleiðis, at tað eru rættiliga nógv, sum, um tey høvdu elbil, muga løða við skjótløðistøðirnar. Flest øll, sum búgva til leigu ella í íbúðarblokkum, hýruvognar, firmabilar og onnur, sum koyra nógv, húski við fleiri bilum og so framvegis.

So jú, ásetta minuttgjaldið hjá SEV á skjótløðistøðunum er ein trupulleiki og kemur at forða fleiri í at velja ein elbil fram um ein bensin- ella dieselbil.

Men er SEV rætti instansurin at seta dagsskránna, og at stýra føroysku orkupolitisku málunum?

Áttu kommunur og land ikki at verið uppi í hesum? Hvat siga tit politikara um hetta?

Justin Philbrow, Toftir 29. september 2020

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo