Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Ert tú LGBT+ari? Hevur tú eitt kristiligt trúarlív? Hevur tú havt eitt?

So er at vera við hóskvøldið 24. mars kl. 19, har núverandi og fyrrverandi kristnir LGBT+arar fara at hittast til eitt hugnaligt kvøld.

LGBT+ Føroyar fær javnan áheitanir frá LGBT+arum kring alt landið, bæði teimum, sum eru trúgvandi og ikki, sum hava trupult við at fóta sær í einum kristnum umhvørvi. Tað, sum oftast eyðkennir hesi, er, at tey kenna seg púra einsamøll. Tískil velur LGBT+ Føroyar nú at skipa fyri einum kafekvøldi fyri LGBT+arum, sum kundu hugsa sær at hitt aðrar LGBT+arar, sum eru í somu støðu ella hava havt somu avbjóðingar, og at tosa um, hvørjar avleiðingar hetta hevur havt við sær, og hvønn tørv ein hevur fyri einum trúarlívi.

Kvøldið leggur upp til eitt yvirskipað prát, har tosað verður um, hvør tørvurin er fyri einum tílíkum kvøldi, hvørji evnir, ein kundi hugsað sær verða tikin upp og so bara hugni fyri rest.

Siri Súsonnudóttir Hansen, nevndarlimur í LGBT+ Føroyar, sigur at royndir vísa, at tað er av alstórum týdningi, at vit hava onnur av spegla okkum í og at hava ein felagsskap við onnur, soleiðis at einsemi og kenslan av at kenna okkum skeiv ikki tekur yvir, sum, í ringasta føri, kann hava sera álvarsligar fylgir.

Tiltakið verður hóskvøldið 24. mars kl. 19 í hølunum hjá LGBT+ Føroyar á Tórsgøtu 16 ovast í bygninginum. Tiltakið er ókeypis, men tað er neyðugt at boða frá luttøku í seinasta lagi mikudagin 22. mars á Facebook ella Instagram hjá LGBT+ Føroyar, soleiðis at fyriskipararnir betri kunnu leggja kvøldið til rættis.

Tiltøkini hjá LGBT+ Føroyum fyri LGBT+arum eru altíð í einum tryggum umhvørvi, har vit virða mørk og privatlívið hjá hvørjum øðrum, so ein kann kenna seg trygga/n at luttaka.

LGBT+ Føroyar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo