Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hjartafelagið: Hvussu er tað at vera avvarðandi og serliga systkin hjá sjúkum børnum? Áhugabólkurin Hjartabarnið undir Hjartafelagnum skipar í sambandi við altjóða hjartadagin fyri kafékvøldi, har evnið er tær avbjóðingar, tað kann hava við sær, at hava eitt hjartasjúkt barn í familjuni.

Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur fer at halda fyrilestur um avbjóðingarnar serliga hjá systkjum hjá sjúkum børnum, og Drós Sveinsdóttir fer at siga frá síni søgu sum stórasystir hjá hjartasjúkum beiggja.

Tiltakið verður hóskvøldið 29. september kl. 19.00 í MBF húsinum á Íslandsvegi 10C í Havn.

Altjóða hjartadagur
Í dag er altjóða hjartadagur. Hvørt ár doyggja fleiri enn 17,5 mió. fólk av hjartasjúku, og hetta merkir sambært heimsheilsustovninum WHO, at hjartasjúkur eru størsti dreparin í heiminum.

Hetta er dagurin, tá vit verða mint á at ansa eftir okkum sjálvum og gera okkurt gott fyri hjartað. 

5 góð ráð til betri hjartaheilsu
• Legg av at roykja
• Et meira frukt og grønmeti
• Syrg fyri at fáa motión í minsta lagi í 30 minuttir um dagin
• Et minni salt og sukur
• Kanna blóðtrýstið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo