Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fróðskaparsetrið: Í gjár fekk norðurlendska samstarvið nýggjan ráðgevarabólk við integratiónsserfrøðingum, sum skal vegleiða Norðurlendska Ráðharraráðið um migratión. Bólkurin hevur fingið heitið Nordisk Migrant Ekspert Forum. Limirnir í bólkinum skulu vegleiða út frá fakligu førleikum sínum, umframt sínum egnu royndum við integratión í Norðurlondum.

Endamálið er at byggja brýr millum tørvirnar hjá flóttafólki og tilflytarum øðrumegin og átøkini hjá myndugleikum hinumegin.

Í bólkinum eru 16 limir, sum hava tað til felags, at teir eru føddir uttan fyri Norðurlond og eru fluttir til eitt av londunum. Eisini hava limirnir serfrøðingavitan á økjum, sum eru viðkomandi fyri at integrera flóttafólk og tilflytarar.

Norski arbeiðs- og inkluderingarmálaráðharrin, Marte Mjøs Persen, er hevur góðar vónir um, at nýggja átakið fer at styrkja um integratiónina í Norðurlondum.

- Við Nordisk Migrant Ekspert Forum fáa norðurlendsku myndugleikarnir og samstarvsfeløgini ein bólk at venda sær til fyri at fáa metingar og ráð. Tað er týdningarmikið fyri myndugleikarnar at samskifta við serfrøðingar, sum hava tætt tilknýti til teir borgarar, sum integratiónsátøkini eru til fyri. Hetta styrkir okkara vitanargrundarlag og er eitt íkast til norðurlendska samstarvið um integratión, sigur hon við heimasíðuna norgen.org.     

Føroysku limirnir í Nordisk Migrant Ekspert Forum eru Kalpana Vijayavarathan, adjunktur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, og David Im, sum samskipar integratión í Føroyum fyri Útlendingastovuna.

Lesið meira her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo