Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Atlantiski laksastovnurin kring Labrador og Nova Scotia er undir álvarsomum hóttafalli, verður sagt frá Atlantic Salmon Federation.

Árið 2019 hevði trið lægstu nøgd av gýtingarførum laksi farnu 49 árini mátingar eru gjørdar.

Í ársfrágreiðingin fyri 2020, ið varð almannakunngjørd í farnu viku, eru savnað hagtøl frá laksateljingum við áarmunnar og tal av laksi, ið fingin er við tráu.

Formaður fyri Atlantic Salmon Federation, Bill Taylor, sigur frá, at teir farnu 50 árini hava havt eina 75% niðurgongd í vaksnum laksi, ið kemur aftur í kanadisku áirnar.

30 ár eftir at fiskiskapur eftur villum laksi varð steðgaður, og góð 60 ár eftir at avmarkingar vóru gjørdar sambært American Clear Air Act í útlátum av sýruregni frá idnaðarfyritøkum, hevur villi laksastovnurin aldrin verið verri fyri.

Newfoundland og Labrador standa fyri 87% av øllum gýtingaførum laksi í Norður Amerika. Seks av 24 áunum eru mettar at hava góðar umstøður til laksin, men 10 áir eru sera illa fyri.

Kring St. Lawrence flógvan er stór afturgongd at síggja í New Brunswick har stóráir sum Restigouche og Miramichi hava nógv færri laksar. Ein orsøkin sigst verða økt tal at fiskinum amerikumenn nevna ”striped bass”, ið etur laksasmolt og annan fisk.

Kring Conne River, ein av bestu laksaáunum, er støðan rættuliga álvarsom tá serstaki stovnurin í hesu á, er í vanda at verða avoyddur. Sum Misel Joe frá Miawpukek First Nation sigur frá, tá áin var full av laksi: “In the early days, this community used to clear out and go to the river to fish for the summer. It’s been part of our culture, our way of life, forever.”

Frá 1970´unum var havgangandi laksurin mettur til umleið 900 túsund fiskar. Metingin sigur frá at skal stovnurin verða lívfrøðiliga tryggur má hann ikki verða undir 200 tusund fiskar. Frá1990´unum er stovnurin minkaður niður i umleið 100 túsund.

Bill Taylor sigur at orsøkirnar til minkandi laksastovnin skulu finnast í nógva kópinum, ”striped Bass” fiskinum, veðurlags- og hitabroytingum í sjógvi og í áunum, áhandandi niðurgongd í lívfrøðiliga margfeldni, og aling av laksi í opnum nótum.

Kári Thomsen

https://www.thetelegram.com/news/salmon-population-continues-to-decline-466455/?fbclid=IwAR14BeQzrK9MwOmuIjKVzYdTzXSnegMvlyN_h3JDUVrYD5gIuo-eNTgM8po

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo