Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hervør Pálsdóttir, løgtingsmaður
Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
Evni: Rætturin til eftirnavn og rætta skráseting í landsfólkayvirlitinum

Spurningar:
1. Kann eitt barn fáa eftirnavnið hjá sammóður síni?

2. Kann eitt barn skrásetast í landsfólkayvirlitinum við eini mammu og eini sammóður?

3. Um svarið uppá spurningarnar er nei, ætlar landsstýrismaðurin at leggja uppskot fyri tingið um at broyta hetta ?

Viðmerkingar:
Við broytingunum í lógini um børns retsstilling og foreldramyndugleikalógini, sum vórðu samtyktar í seinastu tingsetu og komu í gildi 1. januar 2022, fingu børn hjá samkyndum kvinnum rætt til tvey foreldur frá føðing, og samkyndar kvinnur kundu fáa foreldramyndugleika til síni børn frá føðing.

Spurningurin er, um onnur lóggáva er í samsvari við hesa rættarstøðu, og um eitt barn kann fáa eftirnavnið hjá sammóður síni og kann skrásetast í landsfólkayvirlitinum við eini mammu og eini sammóður.

Hesin fyrispurningurin verður settur fyri at fáa greiðu á hesum málinum.

Á Løgtingi, 3. august 2022
Hervør Pálsdóttir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo