Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tann tragiska sjúkan, sum plágar næstan alla verðina beint nú, fær nógvar avleiðingar, eisini aftaná sjálva ta alvorligu heilsu-avbjóðingina.

 

Turisman verður ein heilt lamskotin vinnuvegur, sum valla fer at lofta sær aftur í áravis.

 

Í Havn standa fleiri prestigu-prosjekt i gerð av risahotellum, sum allarhelst aldrin fara at virka eftir ætlan.

 

Tey risikera at standa næstan tóm og gálva, ti teir forkelaðu gestirnir svíkja og blíva heldur heima.

 

Hvis hesar luksusgistingar skulu hóra undan, má tað vera við dumping-prísum í órímuligari kapping við Hafnia og Hotel Føroyar, sum hava meira enn rikiligan kapacitet til tann føroyskt/skandinaviska eftirspurningin.

 

Ein slík kapping kann blíva ruin og konkurs fyri alla hotell-driftina.

 

Var tað so ikki skilabetri, at hesir vælinnrættaðu bygningar vórðu yvirtiknir av landinum og við lættari umgerð skipaðir sum ideell býli fyri húsvill, heimleys og eldri borgarar, sum ikki orka at stríðast longri í sínum egnu húsum.

 

Tað hevði alt fyri eitt lætt prístrýstið á húsamarknaðinum og givið kommununi stóra avlasting við plássum á teimum yvirfyltu pleyguheimunum.

 

Samstundis hevði stórkapitalurin fingið eitt sympatiskt socialt andlit við at lívga tey ringast støddu, í staðin fyri at liggja á búkinum fyri egocentriskum og vælbjargaðum plutokratum.

 

Virgar T Dalsgaard

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo