Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fráboðan frá Landssjúkrahúsinum: Landssjúkrahúsið hevur gjørt av, at øll sum standa í bíðirøð klokkan 15 verða kannaði fyri koronu í dag, meðan onnur verða biðin um at bíða til í morgin at verða kannað.

Kannað verður fyri koronu bæði leygardagin og sunnudagin frá klokkan 9.  

Sera nógv fólk lata seg kanna fyri koronu í hesum døgum og longu klokkan 8 í morgun var bíðirøðin niðan móti Bilrøkt við Velbastaðvegin.

Á døgurða var bilrøðin niðan framvið Skúlaheimið í Marknagili og bilar leggjast støðugt afturat røðini.

Hetta leggur stórt trýst á øll og ikki minst tey, sum standa fyri potingini.

Fyri at potingin kann enda í rímiligari tíð, hevur Landssjúkrahúsið tí gjørt av, at ikki fleiri bilar koma í bilrøðina eftir klokkan 15.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo