Eg skyldi ikki kvinnurørsluni nakað!
- Margareth Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága kommuna: Saman við ATKI, er Vága kommuna farin undir eina royndarverkætlan at skráseta ferðslumynstrið í Miðvági.

Endamálið við skrásetingini er at síggja, hvar møguligir trupulleikar í ferðsluni eru, hvat tíð á degnum mest ferðsla er og hvussu skjótt tað verður koyrt.

Eisini er møguligt at skráseta ferðamynstrið hjá fólki sum ganga og eru á súkklu, og um hvørjir møguligir vandar eru á leiðini.

Eitt termiskt myndatól er sett upp við Vesturvón. Myndatólið telur ferðslu og mátar ferðina á ferðsluni. Myndatólið reagerar uppá hitan á tí sum kemur framvið myndatólinum. Myndatólið vísir ikki hvør bilurin ella fólkið er. Myndatóli skrásetur tal av bilum, um tað er bleyt ella tung ferðsla og hvussu skjótt koyrt verður.

Hettar er ein kanning, sum kann geva kommununi verulig tøl og dátur um ferðslumynstrið, har okkara børn og ungu ganga í skúla hvønn dag, og sum kann hjálpa kommununi og Landsverk at taka støðu til um hvørji átøk mugu gerast fyri at verja okkara skúlabørn. Royndarverkætlanin kemur at halda fram í umleið 4 mánaðir.

Hendan royndaverkætlanin er fyrsta av sínum slag í Føroyum, hon er GDPR góðkend og fylgir reglum hjá Dátueftirlitinum.

Komandi tíðina fara fleiri nýggj og slóðbrótandi ferðslu átøk at verða gjørd í kommununi. Avgerðini um hesi verða tikin næstu tvær vikurnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo