Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Á myndini síggjast f.v. Eyðfríð Jacobsen, Heri á Rógvu, Doris Bjarkhamar, Kristianna Winther Poulsen, Heri Joensen og Heðin Mortensen

Á myndini síggjast f.v. Eyðfríð Jacobsen, Heri á Rógvu, Doris Bjarkhamar, Kristianna Winther Poulsen, Heri Joensen og Heðin Mortensen

Á myndini síggjast f.v. Eyðfríð Jacobsen, Heri á Rógvu, Doris Bjarkhamar, Kristianna Winther Poulsen, Heri Joensen og Heðin Mortensen

Tórshavnar kommuna fer nú at gera nøgdsemis- og trivnaðarkanningar á eldraøkinum. Kanningarnar, sum fevna um brúkarar, avvarðandi og starvsfólk, eru liður í arbeiðinum at framtíðartryggja eldraøkið.

Tórshavnar kommuna vil hava at vita, hvussu nøgd fólk eru við tænasturnar á eldraøkinum, og hvussu starvsfólkini trívast.

Tí hevur kommunan í dag undirskrivað sáttmála við fyritøkuna Lóður, um at gera nøgdsemis- og trivnaðarkanningar á eldraøkinum.

Kanningarnar eru ein týðandi liður í arbeiðinum at framtíðartryggja eldraøkið í kommununi.

Brúkarar og avvarðandi
Nøgdsemiskanningarnar fevna um allar borgarar, sum fáa tænastur og tilboð frá frá Heilsu- og umsorganartænastuni. Hetta er alt frá matartænastu til búpláss. Eisini avvarðandi hjá borgarum, sum fáa tørvsmettar tænastur, verða við í kanningunum.

Harumframt verða fólk, sum brúka opin tilboð á eldraøkinum, eitt nú Tilhaldið í Tórsgøtu, tikin við í kanningarnar.

Kanna starvsfólkatrivnað
Ein annar liður í arbeiðinum er at kanna trivnaðin hjá teimum, sum starvast á eldraøkinum.

Kommunan fer tí at gera trivnaðarkanningar, har starvsfólkini í Heilsu- og umsorganartænastuni verða boðin at vera við. Talan er um áleið 700 starvsfólk, sum verða spurd.

Vil loysa avbjóðingarnar
Tórshavnar býráð hevur sett sær fyri at loysa avbjóðingarnar, sum síggjast á eldraøkinum, m.a. vaksandi tørvin á starvsfólki og tænastum. Tí er kommunan farin undir átøk, sum skulu viðvirka til at framtíðartryggja hesar grundleggjandi tænastur fyri borgaran í kommununi.

Ein arbeiðsbólkur er settur at lýsa og greina avbjóðingarnar í eldraøkinum, og hesin skal síðani saman við starvsfólkum gera tilmæli um, hvussu eldrarøkið kann virka frameftir.

Eldraráðið í Tórshavnar kommunu er eisini við í tilgongdini.

Kristianna Winther Poulsen forkvinna í heilsu- og eldranevndini vónar, at borgarar, avvarðandi og starvsfólk fara at taka væl ímóti kanningunum, sum umframt at vísa nøgdsemi og trivnað, eisini verða eitt gott grundarlag fyri víðari menning av eldraøkinum. 

Dulnevndar kanningar
Brøvini til luttakararnar verða send út nú, og nøgdsemis- og trivnaðarkanningarnar verða gjørdar tær komandi vikurnar.

Allar kanningarnar eru skipaðar soleiðis, at tær eru dulnevndar. Hetta merkir, at kommunan fær ikki innlit í, hvat hvør hevur svarað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo