At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Seinastu árini hava nógv húsarhald skift orkukeldu til jarðhita, og hetta vísir seg at vera eitt gott stig í grøna orkuskiftinum.

Møguleikarnir at gagnnýta orku úr undirgrundini eru tó nógv størri enn so. Seinnu árini eru fleiri flógvar keldur funnar, sum kunnu geva enn meira orku enn vanligar jarðhitaboringar. Áhaldandi tøkniliga menningin, við m.ø. djúpboringum, letur upp fyri eisini at gagnnýta hesar orkukeldur til størri fjarhitaskipanir.

- Tørvur er tí á størri vitan um, hvussu best verður fingið burtur úr hesum tilfeinginum, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður.

- Tí gera vit nú eina nýggj stuðulsjáttan, sum kann veita stuðul til praktiskar royndir, og til at skjalfesta orkumøguleikar kring um í landinum.

Ætlanin er at Jarðfeingi og Umhvørvisstovan skulu gera verkætlanir saman við m.ø. kommunum, felagsskapum og privatum feløgum.

Í fyrstu atløgu verður tað Umhvørvis- og vinnumálaráðið sum situr fyri játtanini, og reglugerð verður gjørd fyri stuðulin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo