Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg sakni hesar dagar at síggja gevara lyndi. Ella tað sum man á enskum kallar “take one for the team”.

Síðani 13. mars hava fólk veruliga víst sína ljótu síðu í nógvar mátar. Her hugsi eg t.d. um wc-pappír, men serliga um barnaansingargjøld og onnur endurgjalds krøv. Hugsi nógv fólk ynskja at gera sær dælt av hesum, hóast tey ikki líða neyð.

Hetta er veruliga ein undantaksstøða, kreppa, og kann alvorliga ávirka okkara búðskap í framtíðini – ikki bara í Føroyum men um alla verðina.

Tey flestu hugsa: eg meg og mítt. Og beinanvegin hugsa vit, at vit hava goldið so nógv til tað almenna, at nú skal landið bjarga mær. Fleiri hava verið noydd at vera heima uttan løn, fleiri einstaklinga-virkir standa í stórum vanda fyri at fara av knóranum, men størsta pressið hjá fólki er kanska at fleiri onga løn fáa hesar mánaðirnar nakrastaðni frá, tí tey eiga egi virkið, sum liggur stilt.

Sjálvandi skal tað loysa seg at gjalda nógvan kommunu- og landsskatt, og sjálvandi eiga vit almennu Føroyar at hava okkurt liggjandi í góðun tíðum, sum kann vera gott nú, at deila út.

Trupulleikin hjá mær liggur við teimum sum klára seg væl gjøgnum hesar tíðir, sum ynskja at gerast ríkari av hesum ringu tíðunum. Hetta merkir td: hví skulu eg og maðurin, har bæði fáa fulla løn hesar vikurnar, fáa barnaansingargjaldið afturgoldið, tí samstundis sum vit eru sloppin at njóta hvørja løtu við børnunum við løn.

 

Eina løtu sá tað út sum at løgtingi umhugsaði, at eginvirkir, sum klára seg økonomiskt nakrar mánaðar í karantenu, eisini máttu fáa ein hjálparpakka frá tí almenna. Onkur einstaklingur av hesum virkjum arbeiða næstan fulla tíð enn.

Um vit ynskja, at hjólini hjá tí almenna, og hjá vinnuni, skulu koyra sum vanligt eftir hesa kreppu. Ella um vit ynskja at ongin av okkara kenningum sum bara akkurát klárar seg til gerandis skal lýða neyð nú… Ja so mugu vit “take one for the team”. So eiga vit at vera gávumild, heldur enn at krevja at rætt skal vera rætt. Tí endurgjaldið er sanniliga rættvíst, men gagnar ikki samfelagum sum heild.

Mítt hugskot er at vit kunnu velja at geva nøkur ansingargjøld aftur, um foreldini peika á mista inntøku samsvarandi hetta tíðarskeiði, men ikki til tey sterkastu.

Eg sakni samstudis at síggja ein gávumildan hugburð millum tey sum kunnu. Uttanlands hoyrir man um fyritøkur sum tillaga seg til td at gera hondspritt ella velja at geva peningagávur ella aðra útgerð sum manglar. Eg sakni at síggja at fólk velja at stuðla fyritøkunum sum stríðast nú. Tað almenna hevur víst seg at onkur fellur altíð millum sprekkurnar, og fær ongan dekkning. Eg sakni at síggja fyritøkur siga, “nei takk til hjálp, men eg kann gott hjálpa onkrum øðrum”.

Her eru eisini nógv góð tíðindir, bæði frá tí almenna, kommunala men sanniliga eisini privatfólk sum bjóða seg at koyra mat út, takkargávur til LSH, og bankar sum bjóða seg at hjálpa. Tað er als ikki at forsmáða. Takk til tykkum. Lat hetta vaksa hjá okkum øllum.

Lat okkum øll hugsa: hvussu kann eg hjálpa?

 

Bjarta Petersen (MA in Conseling)

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo