Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Glasir: Tað hevur í seinastuni ligið á ljóði, at tey ungu í Føroyum í størri mun ynskja at útbúgva seg í egnum landi.

Hetta sæst eisini aftur á tølunum fyri fráflytingina seinasta árið, og er nú eisini staðfest í spildurnýggjari kanning, sum Glasir hevur gjørt millum øll lesandi, sum ganga á seinasta ári á Gymnasialum  miðnámi í Føroyum.

Tey ungu seta krøv til myndugleikar og skúlar, um at tey fáa møguleika at útbúgva seg eftir ynski.

Sleppa tey ikki tað, gerst myndin ein onnur. Tað er serliga læknavísindi og búskapur tey ynskja at lesa.

Umboðan í kanningini
Kanningin umfatar 87,10 % av teimum lesandi á seinasta ári eftir gymnasialu miðnámsskúlaskipanini, tvs øll tey sum møttu tann dagin, kanningin bleiv gjørd,  hesi eru:

⦁    Hugbreyt    161 lesandi    Tórshavn, Kambsdalur og Hov
⦁    Náttúrubreyt    141 lesandi    Tórshavn, Kambsdalur og Hov
⦁    Búskaparbreyt    100 lesandi    Tórshavn og Kambsdalur
⦁    Fyrireikingarbreyt    60 lesandi    Tórshavn, Kambsdalur og Klaksvík
⦁    Tilfeingisbreyt    17 lesandi    Vestmanna
⦁    Tøknibreyt    8 lesandi    Klaksvík

Annars kann nevnast, at tað eru 60% kvinnur og 40% menn, sum ganga seinasta árið gymnasialum miðnámi, nógv tey flestu eru 19 ára gomul.

Føroyar nú á fyrsta plássi
Seinast, slík kanning var gjørd, var á heysti í 2014. Tá ynsktu 29% at lesa í Føroyum, meðan 44% ynsktu at fara til Danmarkar at lesa. Nú eru tølini vend á høvdi, kanningini vísir, at 40% ynskja at lesa í Føroyum, meðan 36% ynskja at fara til Danmarkar í lestrarørindum. Stóra Bretland er framvegis á einum 3. plássi, við 12%, móti 10% í 2014.

Útboðið avgerandi týdning
Um útbúgvingin fæst í Føroyum, vilja millum 32% og 49% velja Føroyar framum útlandið. Um útbúgvingin hinvegin ikki fæst í Føroyum, verða tað væl færri, sum velja Føroyar framum útlandið. Tá vera tey millum 7% og 14%. Hesi tølini líkjast teimum frá 2014.

Útboðið er blivið betri sambært teimum lesandi
Tey flestu halda, at útbúgvingartilboðini í Føroyum eru annaðhvørt undir miðal ella miðal, tølini eru tó nakað betri í 2017 enn í 2014. Hettar kemur helst av at bæði Glasir og Fróðskaparsetrið eru komin við nýggjum spennandi útbúgvingum, serliga innan búskap, men hetta merkir eisini, at her kann nógv gerast afturat.

Læknavísindi og búskapur
Hóast tað framvegis eru nógv, sum ikki hava tikið støðu ella vilja okkurt annað enn tað, tey vóru spurd um, er myndin greið. Læknavísindi liggur fremst, meðan Búskapur er á øðrum plássi. Næst teimum koma náttúruvísindi, samfelagsvísindi og sálarfrøði.

Løgfrøði og námsfrøði eru nøkulunda umboða. Sera lítil áhugi er fyri sjóvinnuni, sum sigst vera okkara høvuðsvinna, eins og teldufrøði og humaniora ikki eru í serliga høgum meti millum tey lesandi, meðan gudfrøði er minst umboðað á ynskilistanum hjá teimum lesandi.

Hugbreyt størst og tøknibreyt minst á miðnámi
Tað er ikki samsvar millum tað, tey ungu ynskja at lesa, og breytina tey hava valt á miðnámi. Kanningin vísir, at hugbreytin er størst á miðnámi, men sera fá ætla at lesa hugvísindi ella humaniora, sum tað nevnist.

Eisini tykist búskaparbreytin at vera í so lítil í mun til at so nógv ætla at lesa búskap og samfelagsvísindi.

Hinvegin tykist greitt, at náttúrubreytin framvegis er stór, og tað samsvar við, at nógv ætla at lesa náttúruvísindi og serliga læknavísindi. Tøknibreytin er í løtuni nógv tann minsta í Føroyum, og kemur tað ivaleyst av, at hon ikki verður boðin út í høvuðsstaðnum í løtuni.

Nógv ynskja at blíva bachelorar og nokk so nógv kandidatar
Millum tey spurdu eru tað flest til av teimum, sum ynskja eina bachelor útbúgving, meðan rættiliga nógv ynskja eina master ella kandidatútbúgving. Bert nøkur fá ynskja sær eina styttri útbúgving. Nøkur ynskja at fara í læru innan skrivstovu, handil ella handverk. Ikki serliga nógv ynskja sær eina fulla granskingarútbúgving enn, men hugsast kann, at slíkar ætlanir broytast við tíðini.

Tey flestu ynskja at bíða eitt ár og nógv hava ikki tikið støðu
Yvir helvtin av teimum spurdu ynskja at bíða eitt ár við lestrinum, meðan næst mest ætla at bíða í eini tvey ár. Á triðja plássi koma tey, sum ætla sær í gongd beinan vegin. Sera fá ynskja ikki at lesa víðari.

Hettar samsvarar eisini við, at helmingurin framvegis ikki hevur tikið støðu til útbúgvingina enn.

Nógv tann størsti parturin vil búgva í Føroyum aftaná lesturin
Heili 82 % av teimum spurdu ynskja at búgva í Føroyum aftaná lesturin. Hetta er tó tað mest óvissa svarið, tí talan er um ein langan tíðarhorisont, og mangt broytist á mansins ævi.

Vit vita tó, at jú longri tey ungu bíða við at flyta uttanlands, størri líkindi er fyri, at tey koma aftur, tað vísa aðrar kanningar, sum ikki verður víst til her.

Onnur úrslit frá kanningini
So at siga øll tey spurdu ynskja at lesa fulla tíð, meðan bert nøkur heilt fá innan henda málbólkin ynskja at fara í gongd við parttíðar lestur.

Tey ungu umhugsa í lítlan mun fjarlestur sum ein møguleika, meðan sjálvlestur nærum ikki kemur uppá tal.

Tað eru nógv, sum ynskja sær ein verkligan part í útbúgvingini.

Miðal góð undirtøka tykist vera fyri, at undirvísingin er á føroyskum, og at tilfarið er føroyskt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo