Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umboðsmaðurin hevur kannað skúlagongdina hjá einum barni, sum var umsorganaryvirtikið. Í sambandi við kanningina hevði umboðsmaðurin hesar viðmerkingar og tilmæli til avvarðandi myndugleikar:

Sambært grein 28 í Barnarættindasáttmálanum hava børn rætt til útbúgving. Nøktandi undirvísing er grundarlagið fyri at fáa eina útbúgving og arbeiði, sum í stóran mun er atgongumerki til eina góða og innihaldsríka tilveru, har einstaklingurin verður førur fyri at uppihalda sær sjálvum.

1. Viðvíkjandi undirvísingar- og menningarætlanum
Um eitt barn er burtur frá skúla í longur enn 2 vikur vegna sjúku, smittuvanda ella vælferð, skal skúlaleiðarin, sbrt. § 1, stk. 1 og 2 í kunngerð nr. 6 frá 2. februar 2015 um heimaundirvísing og sjúkraundirvísing, sum broytt við kunngerð nr. 126 frá 12. september 2018, taka stig til, at barnið fær heimaundirvísing ella sjúkraundirvísing.

Barn, sum fær sjúkra- og heimaundirvísing, eigur, sbrt. § 3, stk. 2 og 3 í kunngerð um heimaundirvísing og sjúkraundirvísing, at fáa undirvísing eftir eini einstaklings undirvísingarætlan, sum tekur støði í førleika, tørvi og umstøðum barnsins. Skúlaleiðarin hevur, í samráð við Sernám, skyldu til at tryggja, at undirvísingin eftir einstaklings undirvísingarætlanini verður skipað við atliti at gera barnið ført fyri aftur at luttaka í vanligu undirvísingini og sosiala felagsskapinum. 

Barn, ið fær serundirvísing ella sernámsfrøðiligan stuðul, hevur rætt til læriætlan og menningarætlan. Flokstoymið ger ætlanina í samráð við Førleikastovuna og Sernám, sbrt. § 2, stk. 5 og 6 í kunngerð nr. 127 frá 12. september 2018 um serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligan stuðul. 

Eg skal mæla til, at tá eitt barn, so at siga, bara fær kreativa undirvísing, verða ítøkilig faklig mál innlimað í kreativu undirvísingarætlanina, soleiðis at barnið eisini mennist fakliga.

Eg skal mæla til, at tá Undirvísingarstýrið biður ein skúla fáa til vega ein heimaundirvísingarlærara í avmarkað tíðarskeið, uttan at barnið er innskrivað í skúlan at ganga, má greiða fáast á, hvør skúli, sambært lóggávuni, hevur skyldur mótvegis næminginum, so sum at gera einstaklings undirvísingarætlan og at meta um úrtøkuna av undirvísingini.

Eg skal mæla til, at stuðulslærarar verða játtaðir til fullan skúladag, tá tørvur er á tí. Um so er, at heimaundirvísingarlærari berst frá at undirvísa, eigur nýggjur heimaundirvísingarlærari at finnast skjótast gjørligt. 

2. Viðvíkjandi eftirmetingum
Eg skal vísa á, at tað er týdningarmikið fyri fakligu menningina av barninum, at mett verður um dygdina av menningar- og undirvísingarætlanum, og hvørja fakliga úrtøku barnið fær av undirvísingini, tí hetta er við til at tryggja, at barnið fær nøktandi undirvísing og rætt skúlatilboð. 

Sambært § 5, stk. 3 í kunngerð um heimaundirvísing og sjúkraundirvísing skal lærari, sum hevur undirvíst næminginum, tryggja, at skúlin fær upplýsingar um heimaundirvísing og sjúkraundirvísing, úrtøku og støðu næmingsins, tá heimaundirvísing og sjúkraundirvísing enda. 

Sambært § 4, stk. 3 í kunngerð um serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligan stuðul hevur skúlaleiðarin ábyrgd av og fylgir við menningini og úrtøkuni hjá næminginum, sum fær serundirvísing, sernámsfrøðiligt átak og/ella sernámsfrøðiligan stuðul. 

Sambært § 12, stk. 1 í kunngerð um at skipa serligan skúla ella undirvísingartilboð skulu einstaklings læruætlan og menningarætlan fyri næmingin eftirmetast hálvárliga.

3. Viðvíkjandi tvørfakligum samstarvi
Tað er umráðandi, at bæði sosialir myndugleikar, skúlamyndugleikar og heilsumyndugleikar samstarva tvørfakligt og einsrættað í málinum hjá einum barni, sum hevur trupult við at røkja sína undirvísingarskyldu. Netverksfundir eiga at verða hildnir eftir tørvi, har støðan hjá barninum verður eftirmett, soleiðis at onnur og fleiri tiltøk kunnu setast  í verk sum skjótast, tá tað er neyðugt. 

4. Serliga viðvíkjandi umsorganaryvirtiknum børnum
Tá myndugleikarnir yvirtaka umsorganina fyri einum barni, átaka teir sær samstundis ábyrgdina av, at barnið fær nøktandi undirvísing. 

Eg skal mæla til, at avgerandi dentur verður lagdur á skúlagongdin hjá barninum í sambandi við umsorganaryvirtøku, tí góð skúlagongd er ein týðandi partur av lívinum hjá barninum. Um gjørligt, eigur ein ítøkilig meting at verða gjørd, áðrenn barnið verður umsorganaryvirtikið, um vanligur skúli ella sertilboð hóskar best til tørvin hjá barninum. Barnið eigur at byrja í einum hóskandi skúlatilboði beinanvegin, tað er umsorganaryvirtikið. Ein ætlan eigur at vera fyri barnið, sum tryggjar samanhang í skúlagongdini, fakliga menning, stuðul eftir tørvi og trivna í skúlanum, so sleppast kann undan ov nógvum skúlaskiftum.

Um tað ikki slepst undan, at barnið skiftir skúla, skal barnið takast við í tilgongdini, og hóskandi dentur skal leggjast á barnsins sjónarmið. Skiftið eigur at vera varisligt og vera lagt væl til rættis við felags ábyrgd millum myndugleikar, skúla og bústovn/fosturheim.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo