Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er ikki fyrstuferð at tað verður ávíst. Men eftir øllum at døma, so eru fleiri skaðilig evni framvegis í nógvum sløgum av tyggigummi. Talan er ikki um beinleiðis forboðin evni, men tað kann hinvegin ikki útihýsast, at evnini eru sera skaðilig, eitt nú fyri menningina hjá børnum.

Danska brúkararáðið Tænk Kemi hevur kannað yvir 200 sløg av tyggigummi fyri at vita, um evni sum órógva hormonjavnvág og skaða dna'ið hjá brúkarunum framvegis finnast.

Og millum sløgini, sum ein eigur at vara seg fyri, eru eisini sløg sum eru vanlig at síggja her hjá okkum, eitt nú Stimorol, Chupa Chups, Mentos og Wrigley's.

- Tað undrar okkum, at trupulleikin ikki er vorðin minni, og at barnatyggigummi er tað sum hevur mest av hesum ivasomu kemisku evnunum, sigur Claus Jørgensen frá Tænk Kemi.

Tey hava serliga leitað eftir trimum evnum, sum eru loyvd í matvørum, men sum eru undir illgruna fyri at órógva hormonini og vera krabbaelvandi. Tey eru BHA (E320), BHT (E321) og titaniumdioxid (E171).

- Børn eru serliga viðbrekin, og tí er tað órógvandi at síggja, at tyggigummi sum verður marknaðarført til børn inniheldur mest av hesum evnunum.

Les alla kanningina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo