Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Spennandi ráðstevna um frítíðarlívið í Føroyum hevur verið í Norðurlandahúsinum síðan gjáramorgunin. Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti ráðstevnuna. Har førdi borgarstjórin m.a. fram, at kanningin um frítíðarvanarnar í Føroyum er eitt megnar amboð, nú vit skulu skapa karmarnar fyri framtíðar frítíðarlívi.

Heðin Mortensen segði m.a., at ein persónur, sum arbeiðir eina vanliga 40-tíma viku og sum svevur einar 8 tímar um samdøgrið, hevur umleið 3800 tímar at ráða yvir um árið.

- Hesa tíðina umrøða vit gjarna sum frítíð, og tey flestu okkara seta hesa tíðina í samband við væntanir um tað góða lívið. Tað eru eisini tey, sum seta hana í samband við einsemi og útilokan. Tað góða frítíðarlívið er ofta eyðkent av tøttum sambandi við vinfólk og skyldfólk, frælsi at gera tað, einum lystir, frítíðarvirksemi og ítrótt.

- Møllehave segði, at “mann verður rørdur, tá fólk geva einum teirra tíð. Tann tíðin, sum ein vinur gevur tær, er virðismikil. Tær løturnar, ein als ikki hugsar um tíðina, eru tær størstu”.

- Í gamlari tíð varð alla tíðina arbeitt. Einki æt frítíð – annað enn hvíludagurin. Í dag er ásett í barnarættindasáttmálanum, at: ”Tú hevur rætt til at hava frítíð og tíð til at spæla og loyvi at luttaka í mentanarligum og skapandi virksemi.” Tað merkir, at vit sum samfelag hava skyldu at tryggja børnum hesi rættindi – eins og rættin til til dømis privatlív, rættin at siga sína hugsan og rættin til verju móti harðskapi.

- Men frítíðin hevur ongan aldur – tí eru vaksin og eldri líka týðandi málbólkur fyri hesi ráðstevnu. Í dag er eitt sjálvsagt leinki millum frítíð, rørslu og fólkaheilsu. Og hetta er bara eitt av sjónarhornunum í dagsins teksti í dag.

- Sjálvur eri eg serstakliga spentur upp á ráðstevnuna. Tað serliga við ráðstevnuni er, at her verður løgd fram spildurnýggj vitan, sum veruliga tekur støði í tær og mær. Í so máta eru vit ikki forvand í Føroyum.

- Á sama hátt, sum vit í filmvinnuni hava eina kenslu av at vera við, tí vit kenna hvønn tanga og næstan hvønn persón, so er kenslan hin sama við hesi stórfingnu kanningini, FRAMTÍÐAR FRÍTÍÐARVANAR OG SAVNINGARSTØÐ Í FØROYUM, sum vit í morgun savnast um. Tí eisini her er pallurin og persónarnir føroyskir, við tað at í hesi vísindaligu kanningini eru svarini og samrøðurnar við føroyingar.

- So her hava vit veruliga møguleikan at koma at kenna okkum sjálv og okkara frítíðarvanar, sum teir eru í hesi løtumyndini. Tað merkir neyvan, at loysnirnar koma skraddaraseymaðar til okkum, men eg haldi meg kunna vænta, at vit við kanningini hava eitt megnar amboð at fyrireika tað, sum skal til fyri at skapa karmarnar fyri einum lokkandi og stimbrandi frítíðarlívi.

- Vit skulu vera klár at lofta framtíðar rákum, sum vit í dag kanska hava ilt við at seta orð á. Vit skulu vera forvitin og klár. Vit skulu hyggja rundan um okkum. Og í dag skulu vit kava niður í teir boðskapir, sum verða lagdir fyri okkum av granskarum, leiðarum og kønum innan síni øki.

- Arbeiða vit saman um hesi úrslit og tilmæli við framfýsni, hygni og opnum sinni, kenni eg meg sannførdan um, at vit saman fara at flyta Føroya fram á leið til eitt uppaftur fjølbroyttari frítíðarlív, har uppaftur nógv fleiri kenna seg at eiga lut í tí góða lívinum.

- Til vores danske samarbejdspartnere! Det er glæde at have jer her blandt os i vores allesammens Nordens hus. At rapporten sammenligner muligheder og udfordringer med Grønlands og Danmarks er i høj grad med til at opnå inspiration til, hvordan man bedst udfolder de muligheder, som man nogen gange ikke selv kan se “for bare træer”. På Færøerne siger et ordsprog:”Klogt er gæstens øje”.

- Vi har glædet os over det gode samarbejde, og at det er lykkedes at have jer med i dag og til workshoppen i morgen.

- Her til slut vil jeg gerne takke parterne, som i over et år har haft det overordnede ansvar for at vi i dag står med rapporten i hånden. Tak til: Idrættens Analyseinstitut, Videncenter for Folkeoplysning og Lokale og Anlægsfonden.

- At enda vil eg takka stigtakarunum av kanningini: Ítróttasambandi Føroya, Føroya ungdómsráði, Fróðskaparseturi Føroya, Fólkaheilsuráðnum, Uttanríkis- og mentamálaráðnum, Kommunufelagnum, Sjóvar kommunu, Klaksvíkar kommunu, Sunda kommunu, Eysturkommunu, Fuglafjarðar kommunu, Runavíkar kommunu og Tórshavnar kommunu.

- Eisini takki eg hjartaliga øllum tykkum, sum her sita, og sum eru komin av berum áhuga. Hjartaliga vælkomin. Og veri øll vælkomin higar í morgin. Við hesum er ráðstevnan um frítíðarlívið í Føroyum 2022 sett, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo