Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

SMS: Kappingin, Føroya feitasta motorsúkkla, er nú skotin í gongd. So skunda tær í SMS at sleva eftir feitastu motorsúkklunum í landinum.

Hvønn dag sýna vit ein nýggjan bólk fram á Torginum:

Týsdagin 20/10: Sportssúkklur
Mikudagin 21/10: Ellissúkklur
Hósdagin 22/10: Touring/cruisersúkklur
Fríggjadagin 23/10: Customsúkklur
Leygardagin 24/10: Finala - tær feitastu úr hvørjum bólki!

Hvønn dag finna dómararnir í loyndum ein dagligan vinnara. Tríggjar súkklur úr hvørjum bólki koma víðari til finaluna leygardagin.

Dómararnir avdúka dagligu vinnarar, Fólksins Feitastu Súkklu og Føroya Feitastu Súkklu í einum braki, leygardagin klokkan 14.

Vit hava eitt hav av vinningum bæði til tey vitjandi, ið kunnu atkvøða á Torginum um Fólksins Feitastu Súkklu, og tey, sum eiga tær feitastu súkklurnar.

Magn letur eitt gávukort upp á 1000 krónur til dagligu vinnararnar umframt eitt gávukort upp á 1000 til høvuðsvinnaran. Høvuðsvinnarin fær eisini eitt gávukort upp á 1000 krónur frá SMS.

Fólksins súkkla vinnur eitt gávukort upp á 1000 krónur frá SMS.

Millum innkomnu atkvøðurnar á Torginum draga vit hvønn dag um fimm atgongumerki til konsertina við Lukas Graham fríggjakvøldið. Leygardagin draga vit millum allar atkvøðurnar um eina ferð frá Fonn Flog til Danmarkar og aftur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo