Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Róðrarsambandið hevur sperrað økið við skipasmiðjuna, har róðrarmálið er. Tað vil siga at fólk sleppa ikki inn á tað økið, uttan so man stendur á einum lista yvir hjálparfólk. 

Samstundis hoyrist úr Suðri í dag, at tað er svimjikapping í Páls-høll, har smekkfuilt av fólki er inni - innnandura.

Spurningur 1: Hevur Róðrarsambandið heimild at nokta borgarum at ferðast frítt uttandura á kommunalum øki? Um ja, hvør hevur givið teimum hesa heimildina? Um eingin heimild er, er hetta so ólógligt at nokta borgarum at ferðast frítt?

Spurningur 2: Hví kann nógv fólk samlast til svimjikapping í Páls høll. Men borgarar kunnu ikki frítt ganga uttandura á Skála kaj?

Her man korona-nevndin hava mist jarðarsamband, tí hetta gevur als ikki meining, og er ein stór provokasjón ímóti fólkinum.

Eysturoyingur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo