Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Byggiætlanin fyri bátahavnina í Álakeri verður tillagað, tí kappróðurin skal hava allar bestu umstøður í nýggju bátahavnini. Hesum havi eg greitt kappróðrarfólkunum frá á fundi í kvøld.

Nýggja ætlanin ber við sær, at bátadrátturin verður lagdur beinleiðis frá kappróðrarneystinum út í sjóvarmálan. Í fyrru tekningunum var drátturin forskotin nakað í mun til neystið hjá Havnar Róðrarfelag, og nevndin í felagnum ynskti at broyta hetta.

Hesum ynski gingu vit sjálvsagt á møti, tí kappróðurin hevur so sera nógv ár á baki í Álakeri, og kappróðurin skal sjálvandi ikki skumpast til viks í útbyggingini. Harumframt høvdu kappróðrarfólkini ynski um nakrar tillagingar aftrat á fundinum í kvøld. Avtalað er, at vit taka hesi ynski við í eina umtekning, og so hittast vit aftur at taka støðu til nýggju tekningarnar.

Vit vilja hava bæði kappróðrarfólk og øll onnur at trívast í nýggju bátahavnini í Álakeri, sum verður ein nýggj perla í høvuðsstaðnum.

Niels Kári Samuelsen, sum umsitur smábátahavnirnar í Tórshavnar havn, var – saman við mær sum formanni í Vinnunevndini hjá Tórshavnar býráð, ið varðar av Tórshavnar havn – á  fundinum við limirnar í Havnar Róðrarfelag og onnur áhugað, har Niels Kári legði tillagaðu ætlanina fram.

Tað eru sløk átta ár síðani, eg fyrstu ferð skjeyt upp at byggja eina bátahavn í Álakeri, og eg fegnist stórliga um, at hetta nú verður veruleiki.

Bogi Andreasen, valevni fyri Fólkaflokkin
og formaður í Vinnunevndin í Tórshavnar býráð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo