Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Listaportalurin: Ein tokutan týsdag í sjeytiárunum gekk eg leiðina av Lützenstrøð oman í plátuhandilin yvir av Smæruni. Eg minnist ikki hvat hann æt, var tað Radiohandilin og var tað kanska fríggjadag? Nåh, men eg hevði pengar í lummanum og í staðin fyri sum vant at fara í Smæruna at keypa mær hindbersaftpulvur, sneiddi eg til høgru inn í plátuhandilin.

Eg minnist ikki hví, men eg minnist týðiliga eina kurv við einum bunka av smáum plátum, sum vóru í einum húsa við nógvum svarthvítum myndum á. Eg keypti plátuna, sum onkur Debess & Petersen hevði gjørt.

Eg veit ikki hví, men tað var eitt gott keyp, tí ljóðsíðan vísti seg at vera akkurát líka pinnpakkað av innihaldi sum myndasíðan. Eg lurtaði eftir sangunum og lærdi teir so mikið væl uttanat, at tað mesta situr enn. Serliga dámdi mær heitislagið Mitt í eini meining - tað var fyri meg ein føroyskur variantur av A day in the life hjá Beatles.

Seinni, tá vit gingu í Hoydølum, var ikki minst Gullkálvavalsurin ljóðtapet kring ballaríið og lestrarárini, tá Langabrúgv longdist av longsli lógu Vælferðavísur á plátuspælaranum.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo