Meira og minni loyniliga ætlan Bakkafrost´s at fremja aling á opnum havi, sum landsstýrið hevur viðmælt og eftir ætlan skal leggjast eystur úr Nólsoy, verður allarhelst ein risa stálkassi í 300 kanska 400 metra longd og í 60 til 80 metra hædd.
Íløgan verður mett til 15 milliardir krónur.
Tá peningaligur gramleiki tekur ræðið er einki óført, sum sæst á øllum firðum okkara við ovurstórari dálking.
Gamalt er at hjallurin er á sjónum, og haðani hava føroyingar og aðrar tjóðir fingið sítt dagliga breyð.
Um dagliga breyðið skal koma frá slíkum hjalli har fóðurleivdir við og uttan heiluvág, antibiotika og lúsabasingarevni, skal verða ískoytið til føðina hjá torski, hysu og øðrum heilsugóðun matfisk, kann sigast at tað verður seinasta breyðið føroyngar fáa til vega... enntá í sera vánaligari og heilsuvandamiklari dygd.
ST-heimsmál um burðardygga menning gjørd fyri fúlari skomm.
At landsins myndugleikar vilja standa inni fyri loyva slíkum oyðingsverki á opnum havi, og har áhaldandi dálking og oyðing av øllum livandi ótarnað skal halda áfram, er stórsta niðingsverk nakrantíð framt er her á landið.
”Gev okkum í dag okkara dagliga breyð og fyrigev okkum syndir okkara”.... skal valdast fyri dupultmoral og hykl.
Breyðið standa sonevndir trúgvandi persónar fremstir at taka frá okkum, og næst renna runt í samkomum við himmalvendum eygum og biða um syndana fyrigeving.
Nei, hasum gevst eingin fyrigeving fyri, og verður ljótasta skommin í Føroya søgu.
Kári Thomsen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo